Top mynd

Føroya Tele bjóðar tær ymiskar møguleikar at halda skil á og eftirlit við tíni fartelefonnýtslu.

Sjálvvirkandi sms boð
Hevur tú eitt Lítið, Vanligt, Stórt ella Altíð fartelefonhald kanst tú fáa sms-boð sendandi tá 80% og 100% av íroknaðu sms og minutt nýtsluni er brúkt. Tað er vert at leggja merki til, at sms-boðini bert eru galdandi fyri nýtslu í Føroyum og tískil fært tú ikki sms-boð, tá tú ert í útlondum.

Ring 808080 fyri at fáa tænastuna setta á haldið ókeypis.

Sjálvvirkandi sms boð á datapakkum
Hevur tú ein datapakka fært tú sms-boð sendandi tá 80% og 100% av íroknaðu nýtsluni er brúkt. Her er eisini møguleiki at fáa sms-boðið á annað fastgjalds telefonnummar hjá Føroya Tele. Hevur tú t.d. eitt datahald til teldilin, so ber møguliga til at fáa sms-boðini á fartelefonina eisini. Tað er vert at leggja merki til, at sms-boðini bert eru galdandi fyri nýtslu í Føroyum og tískil fært tú ikki sms-boð, tá tú ert í útlondum.

Saldofráboðan
Tú hevur møguleika at fáa eini sjálvvirkandi sms-boð fyri hvørjar 100kr, 200kr ell 300kr tú hevur í nýtslu. Fært tú tær t.d. boð fyri hvørjar 200kr, so senda vit tær boð tá tú ert farin um tær 200kr, 400kr osv. Talan er um nýtslu undantikin føst gjøld. Boðini verða send so skjótt vit í okkara skipanum hava staðfest at tú ert farin um markið. Gevið gætur, at ert tú í útlondum kunnu størri seinkingar gera, at vit ikki fáa boð eins skjótt og í Føroyum. SMS boðini eru tískil vegleiðandi. 

Ring 808080 fyri at fáa tænstuna setta á haldið ókeypis.

SAL til 1441
Tú kanst til einhvørja tíð senda SAL til 1441 fyri at fáa upplýst, hvat nýtslusaldan hjá tær er. Føst gjøld verða tó ikki upplýst. Hevur tú eitt fartelefonhald við íroknaðari nýtslu ella datapakka, fært tú eisini upplýst hvussu nógv tú hevur eftir av íroknaðu nýsluni.

SMS boðið kostar vanligt sms gjald.

Sjálvgreiðslan
Í Sjálvgreiðsluni kanst tú síggja útgreinaða nýtslu á øllum haldum. Les meir um Sjálvgreiðsluna her.

Ring 808080 fyri at kunna teg um, hvussu tú fært atgongd.