Sjálvgreiðslan


Um tú hevur brúkaranavn og loyniorð, og hevur ritað inn fyrstu ferð, so skalt tú rita inn her

[ INNRITA HER ]


 

Innritan fyrstu ferð


Tá tú innritar fyrstuferð, mást tú hava brúkaranavn og loyniorð, tað fært tú við at ringja 80 80 80, og vit senda tær tað við brævi.

Samskiftið millum Føroya Tele og teg sum viðskiftafólk liggur í Sjálvgreiðsluni. Her sært tú bíleggingar, hald og nýtslu umframt at tú kanst bíleggja og broyta tænastur og hald. .

Fyri at kunna nýta Sjálvgreiðsluna er neyðugt at tú upprættar teg sum brúkara við egnum loyniorði. Hetta verður gjørt við at fylgja mannagongdini niðanfyri.  Hav rokningina hjá tær, tá tú fert í gongd, og um trupulleikar eru, ring so 80 80 10, og vit hjálpa fegin.

Hav í huga, at um tú ikki kemur ígjøgnum allan vegin, kanst tú altíð byrja av nýggjum.

 

Soleiðis gert tú:


 

1.  Trýst á leinkið ’innrita her'    
                                                                         

2.  Innrita nú við tí brúkaranavni og loyniorði, ið tú fært við at ringja 80 80 80. Tú fært brúkaranavn og loyniorð tilsent í brævi.     
                                            

3.  Trýst á ‘Skriva teldupostaddressuna’ og fyll tína teldupostadressu inn í bæði feltini. Set eitt flugubein í ‘Teldupost við myndum (HTML format)’ og trýst  á ’Stovna Lykil’. Nú verður ein teldupostur sendur til tína teldupostadressu.
 

4.  Í teldupostinum, tú fært frá okkum, er ein leikja sum tú skalt trýsta á, fyri at halda fram.
 

5.  Nú skalt tú fylla inn loyniorðið í brævinum, síðan finna tær eitt nýtt loyniorð, og fylla tað inn, góðtaka viðskiftatreytir og trýsta á ’Stovna loyniorð’
 

6.  Nú er klárt at nýta Sjálvgreiðsluna, og tú kanst rita inn. Fyll inn brúkaranavn og nýggja loyniorðið. Hetta loyniorð skalt tú nýta hvørja ferð tú nýtir Sjálvgreiðsluna.

Gevið gætur

Av misgáum er byrjanarloyniorðið skrivað við stórum stavum á yvirlitinum frá bankunum, um tú hevur teknað rokningina til Gjaldskipan. 

Tá tú ritar inn, skalt tú skriva loyniorðið við smáum stavum.
 

Trýst her fyri at fáa viðskiftatreytir fyri Sjálvgreiðsluna