Soleiðis stovnar tú eina teldupost addressu frá Føroya Tele

 Trýst her fyri at koma til eina vegleiðing, um hvussu tú stovnar eina teldupost addressu hjá Føroya Tele.

 
 

Føroya Tele umsitir Olivant, Mail, Email og fleiri aðrar teldupost addressur, og her finnur tú neyðugu kunningina um hvussu tú skalt seta teldupostin hjá tær upp, hvussu tú kanst broyta loyniorðið og hvussu tú sleppur inn á webmailin, ið teldupost skipanin er bygd á. Vit hava eisini vegleiðingar til hvussu tú kanst broyta títt loyniorð. Hevur tú framvegis spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á 80 80 80. 

 



Teldupost forrit

Tá ið tú skalt lesa og senda teldupost, er tað frægast at hava eitt teldupost forrit á telduni, ið ger tað lætt at síggja allar teldupostarnar og at halda skil á. Her hava vit leinkjur til tey mest vanligu teldupost forritini. 

 

Mozilla Thunderbird

Leinkjan til niðurtøku av Mozilla Thunderbird finst við at trýsta her.
Vegleiðing til uppsetan finnir tú her

 

Microsoft Outlook

Leinkjan til at keypa og niðurtaka Outlook 2016 finst við at trýsta her

GG: Tað kostar at ogna sær Outlook. Hini forritini eru ókeypis. 


Fjarpost/Exchange vegleiðingar


GG: Fjarpost skipanin verður nú umsitin av Formula. Hevur tú ein teldupost gjøgnum Exchange, kanst tú seta teg í samband við Formula á 344000.

 

POP er í stuttum tann skipanin, ið ikki krevur at tú skalt inn á webmailin at sletta teldupostar ofta. POP skipanin tekur teldupostarnir niður á telduna, og so hevur tú møguleikan at goyma eitt avrit av teldupostinum á servaranum. POP skipanin er basera uppá at brúka so lítið av plássinum á servaranum, sum gjørligt. Hendan skipanin er sera góð um tú bert skalt lesa teldupost á einari eind - tú kanst tó seta POP skipanina upp til at rigga saman við fleiri eindum, hetta gert tú við at goyma eitt avrit av hvørjum telduposti á servaranum, so aðrar eindir kunnu taka hesar teldupostar niður.
 
IMAP uppsetanin er í stuttum ein skipan, sum goymir teldupostarnir á servaranum. Tú kanst koma út fyri at skula sletta teldupostar í heilum. . IMAP skipanin er basera uppá at brúka servaran til alt, so teldupostarnir altíð eru tøkir hjá øðrum eindum at taka niður. Hetta er hent um tú ætlar tær at lesa post á fleiri eindum, so sum telefonini og telduni. Trupulleikin við IMAP er at man ofta skal inn á webmailin at strika teldupostar, tí plássið verður uppbrúkt skjótt.
Tú kanst sleppa inn á Webmailin her.
Teldupost skipanin hjá Føroya Tele brúkar eina webmail funku, ið ger tað gjørligt hjá tær at kanna mailin óðansær hvar tú ert. Inni á webmailinum hevur tú eisini møguleika at strika teldupostar, at leggja víðarisendingar ella automatisk svar inn. Webmailin finnur tú her - tú mást minnast til títt brúkaranavn og loyniorð tá ið tú skalt rita inn á webmailin. Brúkaranavnið er tín teldupost addressa, t.d support@olivant.fo - tað sama er galdandi fyri mail.fo, email.fo osfr. 

Tað einasta sum krevst fyri at rita inn á webmailin er at tú minnist brúkaranavnið hjá tær, sum er tín teldupost addressa, og títt loyniorð. Tú kanst eisini broyta loyniorðið inni á webmailinum, sí vegleiðingar her.

 

Soleiðis setur tú teldupostin upp á fartelefon ella teldli, sum er ein góður máti at altíð hava teldupostin í lummanum. Vegleiðingarnar eru gjørdar til iOS, Android og Windows Phone.
 

iPhone / iPad vegleiðingar

 

Vegleiðing til iPhone & iPad finst á hesum leinki: iPhone vegleiðing.

Android vegleiðing


Android uppseting finst HER.
 

Windows Phone vegleiðing


Windows Phone uppseting finst HER.

Vegleiðing til at broyta teldupost loyniorð

1. Trýst her

2. Innset teldupost adressuna í "Username"/"Brugernavn" og núverandi loyniorðið til teldupost adressuna í "Password"/"Adgangskode" og trýst á "Login"/ "Log ind".



3. Trýst á "Options"/"Indstillinger" og "Preferences", ovast í høgru síðu.

 

4. Trýst á "Change password"



5. Innset eitt nýtt sjálvvalt loyniorð í "New password" og "New password again". Loyniorðið skal í minsta lagi vera 9 tekin. Trýst á "Change"/"Ændre"