Vælkomin til Supportina hjá Føroya Tele. Samband fæst við okkum á telefon 80 80 80, ella umvegis teldupost á inet@ft.fo. Tað er ókeypis at ringja til supportina.

Hevur tú trupulleikar við internetinum? Um tú heldur ferðin er ov lág, ella internetið er óstøðugt, hava vit fleiri vegleiðingar, ið møguliga kunnu betra um góðskuna á tínum breiðbandi ella tínum beinara.

 

Trýst her, so kemur tú til síðuna um høvuðsbeinaran hjá okkum, Technicolor. Her hava vit hópin av vegleiðingum og góðum ráðum. 

Trýst her, so kemur tú til síðuna har vit vísa til beinarar, ið vit fyrr hava selt. 

 

Hent at vita um breiðbandi hjá tær. 



Tá ið tú brúkar breiðbandið til at t.d lesa post á netinum, hyggja eftir filmum ella til at sita á Facebook, brúkar tú av tínum samlaða breiðbandshaldi. Eru tit fleiri, ið brúka tað í senn, kemur hetta at ávirka ferðina, ið hvør einstakur brúkari fær. Um tit t.d hava eitt 10/1 hald og tit eru 4 fólk, ið sita og hyggja eftir Netflix á hvør sínari eind, kunnu tit uppliva trupulleikar, tí har er ikki nóg nógv bandbreidd til at stuðla so nógvum Netflix brúkarum í senn. Sama er galdandi um tit eru t.d 3, ið hyggja at Netflix og ein sum spælir spøl á netinum.  

Visti tú at: 

  • Hvør "sessión" av Netflix brúkar millum 3,4 og 4.2 Mbit. 
  • Tann tráðleysa signal styrkin hevur nærum alt at siga, tá ið tað kemur til at fáa høga ferð gjøgnum tað tráðleysa netið.
  • Kanalin, sum beinarin hjá tær sendir tráðleyst signal út á, kann verða órógva av beinarum í grannalagnum, og av tí sama verður tykkara tráðleysa samband óstøðugt.
  • Back-up skipanir so sum iCloud, Skydrive og OneDrive kunnu ávirka tykkara internet samband sera nógv, tí at tey brúka upload, ið er útgangandi ferðsla frá tykkara breiðbandi.
  • El-tól kunnu órógva tykkara tráðleysa samband .
  • Um tit spæla spøl á netinum og brúka tráðleyst, kunnu tit uppliva óstøðugt samband, tí tað tráðleysa signali kann verða órógva.
  • Anti-virus skipanir og onnur líknandi forrit kunnu ávirka ferðina á tykkara breiðbandi.
  • Hola og aðrar VPN tænastur kunnu ávirka ferðina á tykkara breiðbandi sera nógv. Les meira her
  • Um tit hava eina Powerline skipan, hevur góðskan á el-innleggingini ávirkan á ferðina, ið tykkara útgerð kann bera víðari.

 

Um tit brúka tráðleyst, kunnu tit koma út fyri at hesi tól kunnu órógva tykkara tráðleysa signal: 

 

  • Sjónvarp 
  • Hátalarar
  • Baby-alarmar
  • Radio
  • Mikroovnar
  • Bluetooth tól
  • Tráðleys tól so sum tráðleysar mýs, headsett, knappaborð osfr
  • Aðrir routarar

 

Hesir installatións-háttir kunnu órógva og tarna tykkara tráðleysa samband:

  • Betong
  • Aluminiums bjálving
  • Tjúkkir veggir
  • Isolatión


Tað er týdningarmikið at routarin stendur burturfrá tílíkum el-tólum, tí hetta kann órógva signali so mikið, at tað verður ógviliga seint og tit missa sambandi regluliga.

 

Um tú kemur út fyri at breiðbandið brádliga steðgar við at rigga, kunnu tað vera nakrar orsøkir til tess.

 

  • Tað tráðleysa kann vera sløkt – knøtturin frammanfyri á Technicolor routaranum sløkkir tað tráðleysa netið
  • Routarin kann vera sløknaður
  • Telefon kaðalin kann vera dottin úr routaranum
  • Feilur kann vera á linjuni - hetta má feilmeldast til Ólag á 809047 ella til Support á 808080. 
  • Samskifti stegðaði upp. Endurstarta beinaran og royn aftur.
  • Telefon kaðalin millum routaran og veggin kann verða ov illa farin
  • Um tú hevur telefon og breiðband á somu linju, er eitt filtur á, ið filtrerar breiðbands partin og telefoni partin á linjuni. Filtri kann ganga fyri, og má tá skiftast út. 

 

Høvuðssíðan um teldupost finst við at trýsta her.

Webmailurin 


Teldupost skipanin hjá Føroya Tele brúkar eina webmail funku, ið ger tað gjørligt hjá tær at kanna mailin óðansæð hvar tú ert. Inni á webmailinum hevur tú eisini møguleika at strika teldupostar, at leggja víðarisendingar ella automatisk svar inn. Webmailin finnur tú her - tú mást minnast til títt brúkaranavn og loyniorð tá ið tú skalt rita inn á webmailin. Brúkaranavnið er tín teldupost addressa, t.d support@olivant.fo - tað sama er galdandi fyri mail.fo, email.fo osfr. 
Tað einasta sum krevst fyri at rita inn á webmailin er at tú minnist brúkaranavnið hjá tær, sum er tín teldupost addressa, og títt loyniorð. Tú kanst eisini broyta loyniorðið inni á webmailinum, sí vegleiðingar her.

 


Soleiðis setur tú teldupostin upp á teimum ymsu forritunum. 


Her eru nakrar vegleiðingar til hvussu tú kanst seta tín teldupost upp. Tá ið tú stovnar tær eina teldupost addressu frá Føroya Tele kanst tú velja í millum POP og IMAP uppsetanina.

POP


POP er í stuttum tann skipanin, ið ikki krevur at tú skalt inn á webmailin at sletta teldupostar ofta. POP skipanin tekur teldupostarnir niður á telduna, og so hevur tú møguleikan at goyma eitt avrit av teldupostinum á servaranum.

 

IMAP


IMAP uppsetanin er í stuttum ein skipan, sum goymir teldupostarnir á servaranum. Tú kanst koma út fyri at skula sletta teldupostar í heilum. 

 

Fjarpost vegleiðingar


 


 

iPhone / iPad vegleiðingar


 

GG kann bert latast upp við iPhone ella iPad

 

 

Soleiðis stovnar tú eina teldupost addressu frá Føroya Tele

 Trýst her fyri at koma til eina vegleiðing, um hvussu tú stovnar eina teldupost addressu hjá Føroya Tele.

 

 

Hevur tú keypt ein terminal frá Føroya Tele? Her hava vit vegleiðingar til Point terminalar og Dankort/Mastercard avtalur frá Nets.

Point


Point vegleiðingar

Point Fejlfinning

Um tú hevur trupulleikar við terminal samskiftinum, kanst tú royna at seta terminalin í Offline Mode, sí meira her.

 

LD


LD Servicemanual

 

Nets


Dankort og Mastercard avtalur o.a. 

 

Tráðleys útgerð

Tráðleys útgerð, so sum forsterkarar og Powerline skipanir, eru gjørdar til at betra um dekningin og styrkina á tykkara tráðleysa netið. Um tit uppliva trupulleikar við signalinum á tykkara tráðleysa netið, kann tílík útgerð verða júst rætta loysnin hjá tær.

Sí vegleiðingar til net-útgerð, ið Føroya Tele selur her.

Powerline


Powerline/el-net loysnin koyrir í gjøgnum el-netið í húsinum og er ofta ein støðugari loysn enn ein tráðleysur forleingjari, eisini kallaður Range Extender. Powerline loysnin hevur ein sendara og ein móttakara, við møguleika fyri fleiri móttakarum, sum í stuttum gera elnetið í húsinum um til leiðingar fyri internetið hjá tær. Sendarin verður settur í eina stikk kontakt beint við routaran, við einum LAN-kaðali í millum routaran og sendaran - hin eindin, ið beinir signali víðari, verður t.d sett inn í tað rúmið ella økið, har tað tráðleysa signali er svikaligt, sí mynd:
.



Gev gætur, um húsini hjá tykkum eru gomul, kunnu tit koma út fyri at Powerline skipanin ikki riggar serliga væl - um el-innleggingin í tykkara húsið er gomul, kann tað vera at ein Range-extender er tann betra loysnin fyri júst tykkum.

 

Range-extender


 

Ein onnur loysn er at ogna sær ein tráðleysan forsterkara, ella extendara. Man setur forsterkaran hjá sær upp til antin at brúka tráðleyst ella tráðfast samband frá routaranum, har tað so verður beint víðari sum tráðleyst signal. Viðt viðmæla at man hevur kaðalsamband millum forsterkaran og routaran, tí hetta gevur eitt betri og støðugari samband. Hesa eindina setur tú í tann endan av húsinum ella tað rúmið, ið hevur veikt signal. Sí mynd: 

Vegleiðingar til uppsetan av telduposti á fartelefon/teldli, uppsetan av 3G og 4G LTE, samt mangt annað finnur tú á heimasíðuni hjá VER. Trýst her fyri at koma til uppsetingar síðuna hjá VER.

Donglar

Her hava vit vegleiðingar til donglar og mobilt breiðband.

Donglar eru lítlar eindir, ið brúka mobil-netið til at geva tær internet. Um tú hevur ein dongul, ið líkist einum geyma, kann hann møguliga bert geva tí einu eindini internet. Vit hava tó fleiri ymisk sløg av donglum, bæði tað slagi, ið bert gevur einari eind internet, og eisini teir, ið virka sum beinarir, og kunnu geva fleiri eindum internet.

Vegleiðing til donglar finnur tú her.

Tá ið man nýtur tráðleyst kemur man ofta at uppliva at signali og ferðin eru óstøðug. Húsinstallatión kann hava ávirkan, men tað sum oftast ávirkar mest er frástøða frá routaranum ella tí tráðleysa forsterkaranum. Tey flestu hava nokk uppliva at man situr í sofuni við sínum iPaddi ella sínari teldu og brádliga er sambandi vekk. Hvussu kanst tú betra um hetta?

Soleiðis fært tú mest burturúr tínum breiðbandi 


  • Tað tráðleysa signali ávirkar ferðina á internetinum hjá tykkum - er signalstyrkin lág, kunnu tit uppliva lægri ferð og sambandið kann detta burtur.
  • Um tú spælir spøl online, viðmæla vit at tú brúkar ein net-kaðal ella eina Powerline loysn, sum tryggjar at sambandi hjá tær altíð er støðugt. Tað sama er galdandi um tú ætlar at hyggja eftir filmum, serium og øðrum á netinum - serliga um tað er umvegis sjónvarp ella Apple TV.  
  • Um tú heldur at netið hjá tær koyrir ov seint, kann tað vera upload, ið er trupulleikin. Les meira her
  • Tryggja tykkum at routarin stendur sum hann eigur, tvs. at antennan ikki vendur móti borðplátuni ella vegginum, tí so minkar signalstyrkin munandi. Ein tummilfingraregla er at fronturin á routaranum (har sum tey ymsu ljósini, t.d 1-4, Internet og Broadband eru) altíð skal venda úteftir, ikki inn móti vegginum. Tað er av alstórum týdningi at routarin ikki stendur aftanfyri eina sofu ella eina hyll osfr. Tað tráðleysa signali er ein bylgja, sum verður send runt í húsinum, og hvørjaferð hon rakar okkurt ov stórt objekt ella verður forstýra av øðrum bylgjum minkar signali. Tí er tað týdningarmikið at signali frá routaranum ikki skal í gjøgnum ov nógvar veggir og ov nógv horn í húsinum, ávegis til eindina hjá tær.
  • Routara positión í mun til hvussu húsið er bygt. Um routarin stendur í einum enda av húsinum koma tey, ið nýta tað tráðleysa í hinum endanum oftani at uppliva vánaligt signal og lága ferð á teirra tráðleysa sambandi. Hetta kann loysast við at antin flyta routaran til eitt meira sentralt pláss í húsinum, ella við at ogna sær ein tráðleysan forsterkara, eisini kallaðir Range Extender ella Access Points.
  • Kanalin, sum routarin hjá tær sendur signal út á, kann verða ovurbrúkt í grannalagnum. Býrt tú í einum tættpakkaðum grannalagi, sært tú allarhelst fleiri tráðleys net, tá ið tú leitar eftir tínum egna. Tað kemur ofta fyri at øll tey tráðleysu netini senda signal út á somu kanal. Hetta kanst tú kanna við at nýta eitt ókeypis forrit, ið skannar umráði fyri tráðleys signal og hvørjari kanal tey senda á – við at kanna tað, kanst tú síggja um kanalin, sum tín routari brúkar er ovurbrúkt, ella um tað er ein góð kanal. Leinkja til forriti kann finnast her: https://www.acrylicwifi.com/en/wlan-software/wlan-scanner-acrylic-wifi-free/
  • Leinkja til vegleiðingar til routarar, ið vit selja finst her: http://www.ft.fo/Default.aspx?ID=1237
  • Deyð punkt í húsinum - eru tað støð í húsinum, kanska á loftinum ella í kjallaranum, har tað eru deyð punkt, kunnu tit loysa tað við at keypa tráðleysar forsterkarar. Home Plugs koyra í gjøgnum el-netið í húsinum – har er ein sendari og ein móttakari, sendarin verður settur í eina stikk kontakt beint við routaran, við einum LAN-kaðali í millum routara og forsterkara, og hin endin verður síðani settur inn í tað rúmið, har tað tráðleysa signali er vánaligt. Hava tit tørv á fleiri, skulu tit ikki seta sendara nr. 2 (ella fleiri) í routaran.
  • Ein annar møguleiki er ein tráðleysur forstekari sum bert koyrir yvir tað tráðleysa netið, harvið verður styrkin ikki líka høg. Tá setur tú eindina upp til at móttaka tað tráðleysa signali og beina tað víðari í húsinum. Báðar loysninar eru haldbarar, men vit viðmæla sum oftast at man brúkar Home Plugs.
  • Tann nýggjasta tøknin innanfyri tráðleyst er at man kann senda signal út á 5 GHz-band, í mun til tað gamla 2.4 GHz. 5GHz hevur minni óljóð og órógv á signalinum og verður tí hvørki líka óstøðugt ella ávirka av ókendum signal forstýringum. Hetta gevur hægri ferð, meira støðugt net og færri signal trupulleikar. Tó kunnu gamlar teldir ikki nýta hesa tøknina, og tað eru fleiri routarir, ið ikki hava eginleikan til hetta - tí má man ogna sær antin Powerline skipanir ella Range Extenders, ið hava eginleikan til hetta.

Tráðleyst - hent at vita 


Hevur man gamla útgerð, so sum gamlar Powerline skipanir ella gamlar forstekarar, viðmæla vit at man skiftir hesar út regluliga, av tí at tær missa signal ferð og eginleikan at senda eitt gott og støðugt signal víðari. Um man hevur truppuleikar við sínum tráðleysa signali kann man royna at gera eina 'feilfinning' - hvar havi eg veikt signal? Hvussu langt er routarin frá hesum staðnum? Skal signali ferðast gjøgnum betong ella aðra installatión áðrenn hon røkkur til tað staðið? Hvønn veg venda antennurnar á routaranum? Hvar stendur routarin í mun til har eg brúki tað tráðleysa netið mest? Tráðleysir forsterkarir ella Powerline skipanir eru sum oftast tann besta loysnin, tá ið tað kemur til at betra um signali hjá tær. 

Hesi tól kunnu órógva tykkara tráðleysa signal: 

 

  • Sjónvarp 
  • Hátalarar
  • Baby-alarmar
  • Radio
  • Mikroovnar
  • Bluetooth tól
  • Tráðleys tól so sum tráðleysar mýs, headsett, knappaborð osfr
  • Aðrir routarar

Hesir installatións-háttir kunnu órógva og tarna tykkara tráðleysa samband:

  • Betong
  • Aluminiums bjálving
  • Tjúkkir veggir
  • Isolatión

Tað er týdningarmikið at routarin stendur burturfrá tííkum el-tólum, tí hetta kann órógva signali so mikið, at tað verður ógviliga seint og tit missa sambandi regluliga.

 

Soleiðis broytir tú tí tráðleysu kanalina á routaranum


Um tit uppliva at signali er óstøðugt til tíðir ella at tit verða blakaði av tí tráðleysa netinum kann tað ofta vera kanalin, ið routarin hjá tykkum sendir signali út á, ið er trupulleikin. Technicolor routarin er innstillaður til at skifta kanal automatiskt, tá ið hann uppfangar óljóð og forstýringar á tí tráðleysa signalinum. Av tí at hann skiftir automatiskt kann man koma út fyri at man verður blakaður av tí tráðleysa netinum meðan man situr og arbeiðir ella spælir spøl osfr. Man kann eisini uppliva at ein kanal er ovurbrúkt í grannalagnum og av tí sama kann akkurát tann kanalin virka sera illa, og netið verður óstøðugt. Tað ber til at skifta tí tráðleysu kanalina, ið routarin sendir signali út á – um tit ætla at gera tað, er frægast at tit skanna umráði hjá tykkum, so tit síggja hvørjar kanalir eru ovurbrúktar og minnibrúktar í grannalagnum. Vit viðmæla hetta ókeypis forriti: https://www.acrylicwifi.com/en/wlan-software/wlan-scanner-acrylic-wifi-free/ - tá ið tit hava skanna nærumhvørvið skulu tit so velja tí kanalina, ið hevur minst óljóð og signal forstýringar. Hetta ger at tykkara tráðleysa net verður meira støðugt. Gev gætur, um tú spælir spøl via

Tendra Internet Explorer, Google Chrome, Safari, Firefox ella annan kagara og skriva 192.168.1.254 inn í addressu teigin.

Skriva ‘user’ í teigin Username og ‘go45Fa90’ í teigin sum eitir Password.

Trýst á Wireless og so Configure Fyri at broyta kanalina, sum routarin sendir signal út á skalt tú trýsta velja Manual út fyri Channel Selection - í Channel velur tú so kanalina, sum tú vilt hava at routarin skal brúka, tó má tað vera 1, 6 ella 11.
   

Gev gætur, tá ið tú ert inni á routaranum kanst tú kanna, um har er eitt flugubein í teiginum Power Reduction Enabled, og um so er, skulu tit helst taka tað burtur. Hetta er ein funktión í routaranum, sum ger at ferðin og signalstyrkin á tí tráðleysa netinum kann verða avmarkað.