Stovning av breiðband
Hvørji breiðbandshald bjóðar Føroya Tele, og hvat kosta tey?
Hvussu long er bíðitíðin, tá eitt breiðband verður bílagt frá Føroya Tele?
Kann eg fáa breiðband frá Føroya Tele, sjálvt um eg havi heimatelefon frá øðrum veitara?
Kann eg fáa breiðband, sjálvt um eg ikki havi heimatelefon?
Hvønn beinara skal eg nýta til breiðband frá Føroya Tele?
Hvør er munurin á at hava ein tráðleysan og ein tráðbornan beinara?
Uppseting av beinara?
Hvussu fái eg fatur á brúkaranavni og loyniorði til mítt breiðband?
Hvør er ferðin á mínum interneti?
Hvat um eg vil broyta ferðina á breiðbandinum?
Flyting av breiðbandi
Dagføring/uppseting av beinara
Trygd á tráðleysum

Stovning av breiðband

Breiðbond hjá Føroya Tele kunnu stovnast ókeypis einaferð í sama ári (12 mánaðir).

Verður breiðband stovna fleiri ferðir verður stovningsgjald á 875 kr. tikið.

 
Hvørji breiðbandshald bjóðar Føroya Tele, og hvat kosta tey?

Føroya Tele bjóðar breiðband bæði til vinnukundar og privatkundar.
 

Vinnuhaldini finnur tú við at trýsta her
 

Breiðband privat finnur tú við at trýsta her

 

 
Hvussu long er bíðitíðin, tá eitt breiðband verður bílagt frá Føroya Tele?

Hevur breiðband ikki verið inni í húsinum áður, má ein montørur út at gera eina innlegging. Hetta kann taka 1-3 vikur.

                               

Hevur breiðband verið inni áður, og alt hevur virkað sum ætlað, verður bíðitíðin munandi stytt til uml. 2-3 yrkadagar.        

    

 
Kann eg fáa breiðband frá Føroya Tele, sjálvt um eg havi heimatelefon frá øðrum veitara?

Ja, tað kanst tú gott. Set teg í samband við okkum á telefon 80 80 80, ella støkk inn á gólvið í einari av okkara Telebúðum.

 

 
Kann eg fáa breiðband, sjálvt um eg ikki havi heimatelefon?

Ja, tað ber væl til. Linjugjald verður tó rindað fyri nýtslu av linjuni.
 

Linjugjald er eitt gjald fyri nýtslu av linjuni, ið verður lagt á allar kundar, sum antin hava breiðband ella heimatelefon. Hevur tú bæði heimatelefon og breiðband rindar tú tó bert eitt linjugjald. Hugt verður eftir, um brúkarin av báðum tænastunum á sama matrikkli er tann sami.  

 
Hvønn beinara skal eg nýta til breiðband frá Føroya Tele?

Føroya Tele selur í løtuni bert Technicolor TG789vn v3.
 

Aðrir virkandi beinarir eru teir ið hava møguleika fyri ADSL/2/2+ við Annex A/M og stuðla PPPoA, PPPoE og DHCP.
 

Føroya Tele tekur onga ábyrgd av, at aðrir beinarir virka, enn teir ið Føroya Tele selur ella hevur selt. Sí her.


 

 
Hvør er munurin á at hava ein tráðleysan og ein tráðbornan beinara?

Mest seldu og tilráddu beinarir eru teir tráðleysu. Teir gera tað møguligt hjá farteldum at fáa tráðleyst internet heima, sum ger tað meira høgligt at koma á internetið.
 

Staðbundnar teldur hava vanliga ikki tráðleyst netkort, og tí mást tú keypa eitt fyri at sleppa á tað tráðleysa netið. Netkortini eru at fáa í Telebúðunum kring landið og liggja um 200-400 kr.
 

Tann tráðleysi dekningurin kann røkka upp til uml. 50 metrar frá beinaranum. Veggir av ymiskum slag, so sum betong og annað, kunnu avmarka tann tráðleysa dekningin. Vanliga røkkur dekningurin kring eini hús, um beinarin stendur uml. mitt í bygninginum og umstøðurnar eru til staðar.
 

Føroya Tele hevur ikki ábyrgd av tí tráðleysa dekninginum frá beinaranum.

 

 
Uppseting av beinara?

Tørvar tær vegleiðing til uppseting av beinara, trýst her

 

 
Hvussu fái eg fatur á brúkaranavni og loyniorði til mítt breiðband?

Vit kunnu senda tær ein brævbjálva við loyniorðinum, ella tú kanst avheinta tað í eini telebúð.
 

Fyri at fáa loyniorðið í telebúðini, skal tann sum stendur fyri haldinum avheinta tað og vísa samleikaprógv við avheintan. Tá er best fyrst at siga frá á 808080.
 

Loyniorðið verður ikki givið pr. telefon.

 

 
Hvør er ferðin á mínum interneti?

Tú kanst kanna ferðin á tínum Breiðbandið her. Fyri at fáa mest eftirfarandi úrslit á testarinum, skal bert tann eina teldan vera á netinum og at einki verður downloada, tá ið ferðmátingin fer fram. GG at teldan skal knýtast í beinarin umvegis einum LAN leidningi.


Um tú varnast, at Breiðbandið koyrir seinni enn ásetta ferðin fyri haldið ella er óstøðugt trýst her.

 
Hvat um eg vil broyta ferðina á breiðbandinum?

Um tú vilt broyta ferðina á breiðbandinum, ring til okkum á telefon 80 80 80 ella støkk inn á gólvið í einari Telebúð.

 

 
Flyting av breiðbandi

Skal breiðbandið flytast, er sama mannagongd galdandi, sum við stovning av nýggjum haldi.
 

Hevur breiðband ikki verið inni í húsinum áður, má ein montørur út at gera eina innlegging. Hetta kann taka 1-3 vikur. Hevur breiðband verið inni í húsinum áður, og alt hevur virkað sum ætlað, verður bíðitíðin munandi stytt til uml. 2-3 yrkadagar.
 

Nýggj breiðbandsútgerð er ikki neyðug, tá breiðbandið verður flutt til nýggjan búðstað.   


 

 
Dagføring/uppseting av beinara

Beinarir, ið eru keyptir frá Føroya Tele, kunnu dagførast/uppsetast í Telebúðunum kring landið fyri 75 kr.

 

 
Trygd á tráðleysum

Hvussu verður tráðleyst internet uppsett, soleiðis at onnur ikki sleppa inn á sambandið? Trýst her fyri at finna eina vegleiðing.