Hvussu kann eg velja mær eitt ávíst telefonnummar?
Hvussu komi eg í telefonbókina?
Hvørjar tænastur eru við í heimatelefonhaldinum?
Hvat geri eg um eg ynski at skifta frá øðrum veitara til Føroya Tele?
Hvat geri eg tá heimatelefonin ikki virkar?

Hvussu kann eg velja mær eitt ávíst telefonnummar?

Um tú ynskir eitt ávíst telefonnummar, so ert tú vælkomin inn í eina Telebúð, ella tú kanst ringja á telefon 80 80 80, og Føroya Tele hjálpir tær at velja eitt gott telefonnummar.

 

 
Hvussu komi eg í telefonbókina?

Tá hald verður stovnað, skal støða takast til um ynskt verður at haldið kemur í telefonbókina, ella um haldið/nummarið skal verða dult. Um tú hevur ynskt, at haldið skal koma í Telefonbókina, so nýtist tær ikki at gera meiri, hetta hendir sjálvvirkandi framyvir.

Um tú hevur rættingar til Telefonbókina, so kanst tú senda ein teldupost til kundi@ft.fo ella tú kanst ringja á telefon 80 80 80.

 

 
Hvørjar tænastur eru við í heimatelefonhaldinum?

Tænasturnar, sum fylgja við heimatelefonhaldinum eru Trýst 5, veking, trípartasamrøða, parkering og boðtóni. Víðaristilling kann umbiðjast ókeypis.

Hartil ber til keypa tænasturnar Vís nummar, fastur móttari, stutt nummarval og sperr sum kosta eitt stovningargjald og eitt mánaðargjald.
 

 

 
Hvat geri eg um eg ynski at skifta frá øðrum veitara til Føroya Tele?

Tú teknar hald frá Føroya Tele við at seta teg í samband við okkum á telefonnummar 808080 ella við at vitja eina av okkara Telebúðum, har tú boðar frá, at tú ynskir at skifta frá øðrum veitara. Síðani útfyllir, og undirskrivar, tú eitt niðurtøkuskjal hjá núverandi veitara. Skjalið senda vit til veitaran. Trýst her fyri at koma til skjalið

Um tú ynskir nærri vegleiðing, so ert tú vælkomin inn í eina Telebúð ella at ringja á telefon 808080.

 

 

 
Hvat geri eg tá heimatelefonin ikki virkar?

Er ólag á telesamskiftinum, kanst tú ringja til 809047 og boða frá feilinum, men umráðandi er, at tú hevur gjørt hesar kanningar, áðrenn tú ringir:


• Kanna um trupulleiki (t.d. óljóð) er í øllum telefontólum í húsinum.
• Tak øll telefontól, nummarvísarar ella mótald í húsinum frá og royn síðan við bert einum telefontóli.
• Um tú hevur ISDN-hald kanna so um øll stikk og káplar sita í NT-boksini.
• Kanna harumframt, um NT-boksin er tendrað.