Hvat geri eg, um eg havi mist fartelefonina og vil sperra hana?
Hvussu geri eg, um eg vil á internetið við fartelefonini?
Hvat er boðtænastan?
Hvat er 3 vinir
Hvat er Sjálvgreiðslan
Hvussu kann eg fylla Teletíð á?

Hvat geri eg, um eg havi mist fartelefonina og vil sperra hana?

Tú kanst ringja allar tíðir á døgninum á telefon 809047 og biðja um at fáa sperra fartelefonina.  Tó skal leggjast til merkis, at telefonin bert kann opnast aftur, við at farið verður inn í eina Telebúð og har skal samleikaprógv vísast, áðrenn opnað verður aftur fyri telefonini.

 

 

 
Hvussu geri eg, um eg vil á internetið við fartelefonini?

Trýst her fyri at finna eina vegleiðing til tína telefon.

 

 
Hvat er boðtænastan?

Boðtænastan er ein boðklivi, sum virkar soleiðis, at tann, sum ringir til tína fartelefon, altíð fær boð, hóast telefonin ikki svarar, einki samband er til hennara ella hon er bundin. 
 

 

 
Hvat er 3 vinir

3 vinir er ein tænasta, sum gevur tær møguleika fyri at ringja bíligari til tíni 3 yndisnummur. Tænastan kann stovnast á heimatelefonhaldini uttan íroknaða nýtslu og fartelefonhald, undantikið Teletíð.
 

1. nummar gevur 25%
2. nummar gevur 20%
3. nummar gevur 15%
 

Tú gert sjálv/ur av hvørt nummrini tú velur eru til eina heimatelefon, uttanlands telefonnummur ella til eina fartelefon.
 

Avsláttur verður ikki givin av:
- eykatænastum
- nýtslu í sambandi við reiking
- sertænastum
- fylgisveinatænastum

 


 

 
Hvat er Sjálvgreiðslan

Sjálvgreiðslan er títt amboð til at síggja tær tænastur, sum tú fært frá Føroya Tele. Til ber at fylgja við í telefonnýtslu tíni.

Við Sjálvgreiðsluni ber millum annað til at síggja yvirlit yvir tey hald, tú hevur, stovna, broyta og strika tænastur, síggja nýtslu og yvirlit yvir bíleggingar, umframt at tað ber til at síggja pin- og pukkotur til tey simkort, tú hevur.

 Er talan um ver hald trýst her

 

 
Hvussu kann eg fylla Teletíð á?
Trýst her
 
Onnur ivamál

Hevur tú spuriningar um annað, eru OSS um heimatelefoni og breiðband eisini at síggja

OSS Heimatelefoni
OSS Breiðband