SIM kort
 

Hevur tú mist títt SIM-kort burtur ella virkar tað ikki longur, kanst tú keypa eitt nýtt SIM-kort í eini av Telebúðunum.
 
Hevur tú tastað tína PIN-kotu skeivt inn 3 ferðir, verður kortið læst, og tú skalt tá brúka tína PUK-kotu. PUK-kotuna fekst tú saman við SIM-kortinum, tá tú stovnaði haldið.
 

Er SIM-kortið læst, og hevur tú ikki PUK-kotuna, kanst tú fara inn í Sjálvgreiðsluna hjá Føroya Tele, har tú finnur PUK-kotuna. Eisini ber til at fara inn í eina av Telebúðunum hjá okkum ella ringja til 80 80 80.

 

Tað kostar eitt ómaksgjald at lata upp stongt SIM-kort. Tó er tað ókeypis, um tú brúkar Sjálvgreiðsluna.