Góð ráð til foreldur

  
 
Tá børnini fáa fartelefon er gott at fáa nøkur góð ráð við á vegnum, ið kunnu forða fyri, at misskiljingar og misnýtsla av telefonini koma fyri.
 
 
 

Faldari: Børn og fartelefonir

  
 
Telekommunikationsindustrien í Danmark hevur gjørt henda faldara til foreldur um, hvussu vit best læra børn at nýta telefonina rætt. Her er faldarin umsettur til føroyskt.
 

Trýst her fyri at taka niður 'Børn og fartelefonir' sum pdf fílu
 
 
 

Ábyrgd foreldranna

 
Tín ábyrgd sum foreldur er at læra barnið at nýta fartelefonina rætt. Tú skalt tryggja, at barnið veit, at ein fartelefon kann misnýtast og at tað kann enda óheppið, bæði fíggjarliga, moralskt ella sosialt.

Eitt gott hugskot er at velja eitt Teletíðarhald til telefonina, soleiðis at tit á tann hátt kunnu stýra hvussu nógv tosað, downloadað ella sms'að verður fyri.
  
 

Okkara ábyrgd
 

Føroya Tele skal hjálpa tær við at fáa yvirlit yvir teir møguleikar sum eru, og gera tað lættari at velja - bæði tað, ið skal veljast til, og tað, ið skal veljast frá. Til dømis er tað eitt gott hugskot at fáa sperr á telefonina hjá barninum, soleiðis at ikki ber til at ringja uttanlands við telefonini, eins og telefonin kann sperrast fyri uppringingum - bæði til telefonina og frá telefonini, tá tit eru í øðrum londum.
 


Tað er altíð eitt gott hugskot at tosa við barnið um, hvat telefonin kann nýtast til, og hvat hon ikki skal nýtast til, tá barnið fær eina telefon til egið brúk.
 

Tryggja barnið

Ger avtalur við barnið, soleiðis at telefonin er ein tryggur miðil hjá barninum:


Sig ikki fremmandum títt telefonnummar


Tosa við eitt vaksið fólk, um tú fært óhugalig SMS boð ella uppringingar frá fremmandum


Lat telefonsvararan taka ímóti boðum, tá tú ikki kennir nummarið, ið ringir


Lat vera við at svara SMS boðum frá onkrum, tú ikki kennir

Børn, ung og netið

Eisini á internetinum er tað eitt gott hugskot at halda eitt vakið eygað við, hvar børnini ferðast, og at hava ein dialog við tey ungu um, hvussu sosialir miðlar eiga at vera nýttir.
 

Trýst her, fyri at lesa meira