Góð ráð til datareiking

At hava møguleikan at reika data uttanlands kann vera ógvuliga gott, og ofta kann tað eisini lætta um hjá tær á ferðini. Tó er vert at hava í huga, at datareiking kann vera kostnaðarmikil. Tað eru serliga nakrir dataslúkar, og við smáum fyrivarnum kanst tú lætt sleppa tær undan óneyðugum datareikingarkostnaðum.

 

Myndir

Myndir kunnu siga meira enn túsund orð, men á netinum kosta tær eisini hareftir.

- Tað kann vera ein fyrimunur at halda seg frá síðum við nógvum myndum.

- Tú kanst seta fartelefonina til ikki at heinta myndir, tá tú reikar við henni á netinum, sindur keðiligari, men bíligari.

 

Teldubrøv

- Tað kostar líka nógv at heinta teldubrøv sum annað tilfar. Ansa tí eftir, hvussu stór teldubrøvini eru, áðrenn tú tekur tey niður.

 

Telefonsvararin

- Telefonsvararin kann hava óneyðugan kostnað við sær, tí er tað vert at umhugsa at sláa hann frá, meðan tú ert á ferð.

 

GPSarin

- Tá tú brúkar GPS’ara, rindar tú fyri hvørt megabyte, eins og tú gert við teldu og fartelefon. Brúka tí GPS’aran við skili og hav eyguni við teljaranum á tólinum.

 

Dagføringar

- Dagføringar eru betur gjørdar á heima ella á einum WI-FI netið.

 

 

Tendra fyri data uttanlands


Um tú ætlar tær at nýta data meðan tú ert burtur, skalt tú tedra fyri data-reiking á telefonini.
 
 
Soleiðis tendrar tú data-reiking á iPhone:
 
1. Far til 'Indstillinger'
2. Trýst á 'Generelt'
3. Trýst á 'Netværk'
4. Set 'Data-roaming' til
  
 
Soleiðis tendrar tú data-reiking á Android:
 

1. Far til 'Indstillinger'

2. Trýst á 'Mobildata'

3. set flugubein í dataroaming

 
  

Soleiðis tendrar tú data-reiking á Windows Phone:

 

1. Far til 'Indstillinger'
2. Trýst á 'Mobildata'
3. tendra dataroaming