Telefonbókin


Tá tú fært tær eitt telefonhald frá Føroya Tele, velur tú, um navn og nummar skal vísast í telefonbókini. Fyrsta nummarið er ókeypis, men til ber at keypa eina eyka upptøku til onnur nummur.
 
Eisini ber til at skráseta eitt nummar við fleiri nøvnum - eitt nú bæði undir navninum hjá manni og konu.

Aðrir møguleikar

Eykaupptøka 62,50 kr
Undirupptøka 62,50 kr
Undirstriking 62,50 kr
Búmerki 3.750 kr
   

Hevur tú spurningar til telefonbókina ring til kundatænastuna á 808080.

Allir kostnaðir eru við mvg.

Gulu síður

Øll eru við í Gulu Síðum

Allar fyritøkur í Føroyum eru skrásettar í Gulu síðum í Telefonbókini við eini vanligari upptøku undir yrkisbólkum. Hetta gevur brúkaranum eitt yvirlit yvir allar fyritøkur í Føroyum. 

Vil ein fyritøka vera eyka sjónlig í Gulu síðum, er møguleiki bæði fyri at keypa sær eyka upptøkur og at lýsa í Gulu síðum.

Vilt tú vita meira, so set teg í samband við okkum her:


Kundi@ft.fo


Tel. 30 30 30

 

Support