Stutt
nummarval
Ring við eini 2-siffraðari kotu.
Við hesi tænastuni kanst tú leggja telefonnummur inn á telefonina, sum tú síðan kanst ringja til við eini 2-siffraðari kotu. Tað ger tað bæði lættari og skjótari at ringja.

Neyðugt er at hava knappaborð á telefonini fyri at nýta tænastuna. Tilsamans kunnu 90 telefonnummur leggjast inn á telefonina við tølunum 10-99. Er talan um útlendsk nummur, kunnu hesi í mesta lagi hava 20 siffur.

Tænastan kostar eitt stovningar- og mánaðargjald.

Set tænastuna til:
- Lyft hornið og bíða eftir tóna
- Trýst *51*
- Trýst [2-siffrað nummar]
- Trýst *
- Trýst tað telefonnummarið, ið skal leggjast inn
- Trýst #
- Talimaskinan gevur boð og tú kanst leggja hornið á

Uppringing við tænastuni:
- Lyft hornið og bíða eftir tóna
- Trýst **
- Trýst [2-siffrað nummar]
- Bíða eftir svari

Striking av tænastuni:
- Lyft hornið og bíða eftir tóna
- Trýst *51*
- Trýst [2-siffrað nummar]
- Trýst #
- Talimaskinan gevur boð og tú kanst leggja hornið á

Samanhald
5 telefonir kunnu tosa næstan óavmarkað sínámillum
Samanhald er ein tænasta frá Føroya Tele, har upp til 5 telefonir kunnu tosa frítt sínámillum í Føroyum. Tænastan kostar 25,- um mánaðin fyri hvørja telefon í haldinum.
 
 
Treytir:
- Hvør samtala kann í mesta lagi vara í 60 minuttir,
- Hvør limur í SamanHaldinum kann ringja upp til 10 tímar um mánaðin.
- Haldini, sum kunnu stovna Samanhald, eru heimatelefonhald og øll fartelefonhald. Hóast hetta kann eitt Vinnuhald vera við í bólkinum.
 
 
 
Sí viðskiftatreytir fyri Samanhald her


Bílegg Samanhald við at ringja 80 80 80 ella vitja tína Telebúð


Vís nummar
Tú kanst síggja nummarið hjá tí, sum ringir til tín

Við hesi skipanini ber til at síggja nummarið hjá tí, ið ringir, áðrenn tú tekur telefonina. Eisini ber til at síggja, hvør hevur ringt, meðan tú ikki hevur verið tøk/ur.
 

Vís nummar krevur, at tú hevur eina telefon við innbygdum nummarvísara ella ein nummarvísara, sum kann knýtast til tína telefon.
 

Tú kanst fáa Vís nummar til heimatelefonir og ISDN.

Duld nummur síggjast ikki, hóast tú hevur Vís nummar.
 

Tænastan kostar eitt mánaðargjald.
 


Sperr
Við hesi tænastu kanst tú læsa telefonina og sleppa undan, at hon verður misnýtt

Sperr við loynitali er gjørt soleiðis, at tú kanst seta til og strika tað við telefonini, tá ið tær lystir. Hetta kanst tú gera við kotu og einum 4 siffraðum loynitali.
 

Tú kanst eisini velja fast Sperr. Fyri at fáa hetta skalt tú seta teg í samband við Føroya Tele.
 
Vilt tú vita meira um Sperr, kanst tú ringja til Kundatænastuna á 80 80 80.
 


Fastur
móttakari
Hevur tú vanliga heimatelefon, kanst tú kota hana til at ringja til ávíst nummar, tá ið hornið verður lyft

Skipanin við Føstum móttakara kann vera hent hjá smábørnum og gomlum.
 

Hevur tú kotað ávísa nummarið inn, ringir telefonin til tað nummarið av sær sjálvum, tá ið hornið er tikið av, og fimm sekund eru farin. Ætlar tann, ið tekur hornið av, at ringja til eitt annað nummar, skal viðkomandi bara trýsta á onkran knøtt, áðrenn tey fimm sekundini eru farin.
  
Fastur móttakari kostar 15 kr. um mánaðan, og 80 kr í stovning.
 
 
Set tænastuna til:
 
- Lyft hornið og bíða eftir tóna
 - Trýst *53*
 - Trýst tað fasta nummarið
 - Trýst #
 - Talitólið gevur tær boð
 - Legg hornið á
 
 
Kanna støðuna:
 
- Lyft hornið og bíða eftir tóna
 - Trýst * # 53 *
 - Talitólið gevur tær boð
 - Legg hornið á
 
 
Strika tænastuna:
 
- Lyft hornið og bíða eftir tóna
 - Trýst # 53 #
 - Talitólið gevur tær boð
 - Legg hornið á
 
 
Broyt fasta nummarið:
 
- Lyft hornið og bíða eftir tóna
 - Trýst *53*
 - Trýst nýggja fasta nummarið
 - Trýst #
 - Talitólið gevur tær boð
 - Legg hornið á
 


Boðtóni við parkering
parkering
Hoyr, tá onkur bankar
Bíðar tú eftir einari týdningarmiklari samrøðu, kann Boðtóni vera hentur.

Við Boðtóna kanst tú tosa í telefon uttan at óttast fyri, at onkur ringir til tín til fánýtis. Tá ið onkur roynir at ringja til tín, meðan tú tosar við ein annan, fært tú boð um hetta við einum eyðkendum tóna í telefonini.

Tænastan er við í haldinum, men boðtóni virkar ikki, fyrr enn tænastan er sett til á telefonini heima. Tá boðtónin ljóðar, eru 90 sekund til at svara tí, sum ringir. Um ikki svarað verður, áðrenn tíðin er úti, fær tann, ið ringir, ein bundnan tóna.
 
Tænastan virkar bert, um telefonin hevur ein R-knøtt.

Trípartasamrøða
Við trípartasamrøðu kunnu tríggir persónar tosa saman samstundis
Meðan ein samrøða er í gongd, ber til at ringja til ein annan persón og knýta hann til samrøðuna. Skiftast kann millum samrøðurnar, har ein av samrøðunum verður sett í bíðistøðu. Ein persónur kann altíð bróta av og hini kunnu halda áfram við samrøðuni.
 
Telefonin skal hava ein R-knøtt, og bert telefonir við knøttunum * og # kunnu nýta tænastuna.
 
Samrøðurnar verða rindaðar av tí, sum ringir upp.
 

Tænastur til Heimahald

Til haldini eru tænastur tilknýttar. Nakrar eru ókeypis og við í haldinum, meðan aðrar kunnu keypast. Her er eitt yvirlit yvir tær tænastur, vit bjóða.