Tíðindir
6. februar 2018

Starv sum KT-mennari leyst at søkja


Vilt tú starvast við menning og rakstri av KT-loysnum hjá einari fyritøku, har kunningartøkni hevur ein alstóran leiklut í nýhugsan og menningini av nýggjum og verandi virkisøkjum, so hava vit eitt spennandi starv leyst at søkja.


Á KT-deildini hjá Føroya Tele verður tú partur av einum stinnum toymi av KT-arkitektum og -mennarum. Títt starvsøki verður millum annað arkitekturur, sniðgeving og menning av kunningartøkni, har tú skalt arbeiða bæði sjálvstøðugt og í størri toymum.

 

KT-deildin, ið telur 14 starvsfólk, hevur ein stóran leiklut í Føroya Tele samtakinum, og tískil kemur tú at samstarva nógv við aðrar deildir og arbeiða tvørturum ymisk virkisøki. 

Tínar uppgávur verða at arbeiða við stórum og lítlum KT-verkætlanum, verða við til at menna nýggjar platformar og produktir til okkara kundar, umframt at luttaka í dagliga rakstrinum.

 

Arbeiðsuppgávurnar er millum annað innan:

 

- Systemdesign og integration

- Webtøkni og sjálvgreiðsla

- Databasu design, plsql og Oracle Tøkni

- .NET 

 

Um teg

Tú hevur eina viðkomandi útbúgving innan KT, so sum bachelor ella kandidat í kunningartøkni, datalogur ella verkfrøðingur. Nýútbúgvin eru vælkomin at søkja.

 

Tað er fyrimunur, um tú hevur áhuga fyri og førleikar innan nøkur av hesum økjum:

 

- Arkitektur og systemdesign

- Menning og forritan av KT-skipanum

- KT-trygd sum partur av arkitektur, design og implementering

- Web-teknologi

- App menning

 

Setanartreytir

Starvið verður sett skjótast gjørligt. Starvsstaður er Klingran í Hoyvík og lønin er sambært viðkomandi sáttmála.

 

Umsókn

Umsókn, lívsrensl og avrit av viðkomandi skjølum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 1. mars 2018 kl. 12.00 og skulu sendast til umsokn@ft.fo.

 

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Michael Thomsen, KT-stjóra, á 24 30 71 ella mth@ft.fo. Eisini ber til at venda sær til Starvsfólkadeildina á 30 30 30.

 

« Aftur
Kampanja

Fleiri tíðindi