Tíðindir
26. mai 2017

Føroya Tele fylgir Pól Sundskarð


John Syderbø og Pól Sundskarð

John Syderbø, marknaðar- og produktstjóri á Føroya Tele, og Pól Sundskarð eftir, at avtalan varð undirskrivað. Mynd: Føroya Tele

 

At ganga fjallatúrar í føroysku náttúruni er vorðið eitt alsamt vaksandi ítriv millum bæði føroyingar og útlendskar gestir seinastu árini, og tað er við hesum í huga, at ítróttamaðurin Pól Sundskarð herfyri fór undir sína verkætlan hiking.fo, ið hevur til endamál at slóða fyri vaksandi rákinum.

 

Føroya Tele ynskir at fylgja Pól Sundskarð og stuðla honum, og í hesum sambandi hava partarnir undirskrivað eina samstarvsavtalu. Avtalan merkir, at Pól Sundskarð verður tikin við í arbeiðið at menna dekningin á farnetinum hjá Føroya Tele uppi í fjøllunum.

 

- Vit hava stóra virðing fyri málinum, ið Pól Sundskarð hevur sett sær fyri at røkka, tí eins og hann vil ganga á odda og gera spor til onnur at stíga í, so er okkara aðalmál at ganga á odda í føroyska framburðinum og slóða fyri einfaldari og framkomnari samskiftistøkni. Hesum kann Pól Sundskarð hjálpa okkum við, sigur John Syderbø, ið er marknaðar- og produktstjóri hjá Føroya Tele.

 

At Pól Sundskarð fer at hjálpa Føroya Tele við at ítøkiliggera støð, ið krevja ábøtur, fer at gagna føroyska fólkinum.

 

- Samstarvið kemur at økja um trygdina, soleiðis at bæði føroyingar og útlendingar kunnu føla seg trygg og altíð hava samband á okkara farneti, tá tey ganga í fjøllunum. Okkara farnet hevur helst tann besta dekningin í Føroyum í løtuni, men saman við Póli fara vit at gera okkara ítasta at gera tað uppaftur betri, staðfestir John Syderbø.

 

Samstarvsavtalan er fyribils galdandi í eitt ár.

« Aftur
Kampanja

Fleiri tíðindi