Tíðindir
9. mai 2017

Leyst starv: Starvsfólk til Teletøkni


Droymir tú um eitt avbjóðandi og spennandi starv, har tú ert við til menna og viðlíkahalda heimsklassanetið hjá Føroya Tele? So er tað kanska tær, ið vit leita eftir til eitt tíðaravmarkað starv á Teletøkni.


 

Teletøkni hevur millum annað ábyrgd av 4G LTE-netinum, sum byggir á nýggjastu og mest framkomnu tøknina innan fartelefonsamskifti. Arbeiðið á deildini fevnir um nýuppsetan, rakstur og viðlíkahald av tænastum og tólbúnaði innan bæði fartelefoni, farbreiðband og Nettalu (VoIP).

 

Starvsinnihald

Tú kemur at arbeiða við víðarimenning av farnetinum og telefonloysnini Nettala, umframt at luttaka í dagliga rakstrinum á deildini. Harafturat fært tú ábyrgd av at samskipa og luttaka í verkætlanum innan tøkni- og produktmenning.

Starvið gevur tær góðar møguleikar fyri at arbeiða við nýggjastu samskiftistøknini, sum er í støðugari menning, og tú fært nógvar spennandi avbjóðingar í einum góðum arbeiðsumhvørvi.

 

Um teg

Vit ímynda okkum, at tú ert verkfrøðingur, teldufrøðingur ella líknandi, ið er viðkomandi fyri starvið.

 

Tú dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt og kanst taka ábyrgd. Tú hevur góðar samstarvseginleikar og kanst luttaka aktivt í verkætlanararbeiði. Tú er tænastusinnað/ur og kann samskifta og samstarva breitt til tess at finna røttu loysnirnar.

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir við einum ella fleiri av fylgjandi:

 

- Verkætlanarleiðslu

- Netverk og trygd

- Linux/Unix/Windows

- Virtuellum skipanum

- Programmering og design

- Farneti

- VoIP

 

Starvs- og lønarviðurskifti 

Setanarviðurskifti og løn verða ásett eftir avtalu. Starvsstað er Gl. Klingra við høvuðssæti hjá Føroya Tele í Hoyvík.

 

Starvið verður sett skjótast gjørligt og er tíðaravmarkað fram til 31. juli 2018. 

 

Umsókn og freist

Umsókn, lívsrensl og avrit av øðrum viðkomandi skjølum skulu vera Føroya Tele í hendi í seinasta lagi mánadagin 29. mai 2017 kl. 12.00, og skulu sendast til umsokn@ft.fo ella til:

 

Føroya Tele
Starvsfólkadeildin
Postboks 27
FO-110 Tórshavn 

 

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Erland Jensen, deildarleiðara, á telefon 24 35 34 ella á teldupost erj@ft.fo. Eisini ber til at venda sær til Starvsfólkadeildina á telefon 30 30 30.

« Aftur
Kampanja

Fleiri tíðindi