Tíðindir
21. apríl 2017

Gott úrslit hjá Føroya Tele í 2016


Ársúrslitið hjá Føroya Tele fyri 2016 gjørdist 44 milliónir krónur eftir skatt. Vinningsbýtið til eigaran, sum er Føroya Landsstýri, er 20 milliónir krónur. Betri og bíligari tænastur merkja úrslitið.


Føroya Tele hevur á ársaðalfundi fríggjadagin 21. apríl kunngjørt roknskapin fyri 2016. Roknskapurin vísir eitt avlop á 44 milliónir krónur eftir skatt; áðrenn skatt varð úrslitið 57,5 milliónir krónur. Til samanberingar varð úrslitið eftir skatt 29,8 milliónir krónur í 2015. Verður hugt nærri at roknskapinum sæst, at úrslitið áðrenn avskrivingar varð góðar 128,4 milliónir krónur í 2016 samanborið við 138,2 milliónir krónur í 2015.

 

Aðalfundurin hjá Føroya Tele gjørdi av at rinda eigaranum, sum er Føroya Landsstýri, 20 milliónir krónur í vinningsbýti.

 

- Samanumtikið er úrslitið gott. Árið er merkt av stórum útbyggingum og nýggjum produktum, eins og tænastustøðið varð munandi betrað. Á Føroya Tele hava vit sera dugnalig starvsfólk, ið hava gingið á odda við hesum tilgongdum, og have lagt nógv fyri, fyri at kundarnir kunnu fáa eina ennbetri tænastu og prísir. Samstundis hevur verið arbeitt miðvíst við at tillaga fyritøkuna og skapa ein enn effektivari rakstur. Hetta hevur merkt fíggjarárið 2016, tó at úrslitið er betri enn árið frammanundan, staðfestir Jan Ziskasen, samtaksstjóri í Føroya Tele.
 
Tað gerst betri og bíligari
Føroya Tele hevur síðstu árini slóðað fyri nógvum broytingum á føroyska telemarknaðinum. Samanumtikið er tænastan blivin betri og bíligari. Prísirnir eru nógv lækkaðir, og stórar útbyggingar hava millum annað givið føroyingum eitt farnet í avgjørdum heimsklassa.

Í 2016 fór Føroya Tele undir at bjóða kundum sínum møguleikan at nýta data, tosa og smsa í flestum londum í Evropa, sum vóru teir heima. Nýggja og skjóta 4G LTE farnetið skal eisini gagnnýtast, og tískil varð datanøgdin í fartelefonhaldunum tvífaldað og prísirnir lækkaðir til stóran frama fyri bæði húsarhaldum, einstaklingum og vinnukundum.
 
- Við hesum broytingunum í huga kunnu fartelefonhaldini frá Føroya Tele av røttum samanberast við tey í grannalondum okkara, bæði tá tað umræður prís, innihald og ikki minst góðsku, sigur Jan Ziskasen.

 

Fast breiðband
Í 2016 varð veruliga sett ferð á útbyggingina av fasta breiðbandinum við sonevndu VDSL2-tøknini. Við hesi útbyggingini, kundu veitararnir á føroyska marknaðinum bjóða kundum sínum breiðbandsferðir upp í 50 Mbit, og har fjarstøðan loyvdi tí, varð møguleiki hjá kundunum at fáa upp í 150 Mbit.

Í 2016 fóru eisini fyrstu fyrireikingarnar í langtíðarætlanini við at leggja fipurnet út til virkir og húsarhald í Føroyum av bakkastokki. Hetta er ein sera stór og forvitnislig verkætlan, sum fer at spenna seg yvir nógv ár.

 

- Vit hava stórar ambitiónir og ynskja at tryggja, at Føroyar altíð eru millum fremstu londini innan fjarskiftistøkni og nú er hol sett á hesa týdningarmiklu verkætlan, ið framtíðartryggjar fasta breiðbandið, sigur Jan Ziskasen.


Nevndin afturvald
Nevndin í Føroya Tele er mannað við fýra umboðum, sum eru vald av landsstýrinum, og trimum starvsfólkavaldum nevndarlimum. Nevndarlimirnir hjá landinum standa fyri vali á hvørjum ári, og Poul Michelsen, landsstýrismaður við uttanríkis- og vinnumálum, valdi á aðalfundinum allar nevndarlimirnir aftur.
 
Nevndin í Føroya Tele er sostatt mannað soleiðis: Ómar Svavarsson, Gloria Kalsø, Annbritt Klausen og Johnni Poulsen, sum eru vald av landsstýrinum, og Poul Poulsen, Ólavur Simonsen og Osvald Joensen, ið eru starvsfólkavaldir nevndarlimir.

Nevndin hevur skipað seg við Ómari Svavarssyni sum formanni og Gloriu Kalsø sum næstforkvinnu.

 


Nærri kunning
Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Jan Ziskasen, samtaksstjóra, á tel. 24 30 01 ella t-post jz@ft.fo

« Aftur
Kampanja

Fleiri tíðindi