Tíðindir
6. apríl 2017

Kunning: Nýggj teldupostskipan


Vit hava valt at útskifta ta gomlu teldupostskipanina hjá Føroya Tele. Talan er um allar teldupostar hjá vinnu- og privatkundum undir olivant.fo, mail.fo og email.fo v.m.


Nýggja skipanin er munandi betri og lættari at brúka, so tað verður lættari at stovna nýggjar teldupostbústaðir og umsita skipanina (teldupost víðaristillingar, autosvar v.m.)

Við nýggju skipanini fær brúkarin 1GB pláss til teldupostar í mun til 300MB í gomlu skipanini, meðan vinnukundar fáa 2GB íroknað við møguleika fyri at keypa meira eftir tørvi. Hevur kundin longu keypt meira pláss, fylgir hetta við í nýggju skipanini.


Í hesum sambandi hendir fylgjandi:
• Allir núverandi teldupostar verða fluttir í ta nýggju teldupostskipanina
• Øll autosvar verða varðveitt
• Allar vanligar víðaristillingar av teldupostum verða varðveittar. Um serligar víðaristillingar eru t.d. frá ávísum teldupostbústaði, mugu hesar víðaristillingar setast upp av nýggjum
• Sama innritan sum áður

Vegleiðingar til skipanina eru at finna á www.ft.fo/tpost

Órógv verður á teldupost samskiftinum frá fríggadegnum 7. apríl kl 23:00 til og við sunnudegnum 9. apríl. Nýggja skipanin verður í seinasta lagi tøk frá mánadegnum 10. apríl. 

Vinaliga,
Føroya Tele

« Aftur
Kampanja

Fleiri tíðindi