Tíðindir
3. apríl 2017

Televarpið á kaðalnet í Danmark


Televarpið fer at veita sjónvarp til áleið 9.500 húsarhald í Ishøj kommunu.


Televarpið virkar í dag sum tænastuveitari hjá donsku fyritøkuni Kabelplus. Fyri stuttum vunnu hesi í felag eitt útboð um at veita sjónvarps-, internet- og telefontænastu til áleið 9.500 húsarhald í Ishøj kommunu.

 

Útboðið varð vunnið í kapping við stórar veitarar á danska marknaðinum – so sum YouSee og Stofa. Televarpið er undirveitari til sjónvarpspartin.

 

- At verða partur av slíkari avtalu hevur stóran týdning fyri Televarpið og Føroya Tele. Hendan avtalan prógvar, at tøkniligi pallurin, sum Televarpið virkar á, í góðsku kann samanberast við aðrar, sum frammanundan eru á danska marknaðinum. Hetta prógvar eisini, at okkara tænastur eru kappingarførar uttanlands, sigur samtaksstjórin á Føroya Tele, Jan Ziskasen.

 

Líka síðani Televarpið og Kabelplus fóru undir samstarv fyrst í 2016, hava partarnir miðvíst arbeitt við hesi ætlan. Loysnin, ið Kabelplus fer at veita til Ishøj kommunu, er ein samansett loysn við undirveitarum til ymsu tænasturnar.

 

- At koma út um føroysku landoddarnar er eitt av langtíðar málunum hjá Televarpinum, og samstarvið við Kabelplus er ein liður í hesi ætlan, sigur Edvard í Skorini Joensen, stjóri á Televarpinum.

 

Við hesi avtaluni verður tøkniligi pallurin hjá Televarpinum atkomuligur fyri uppaftur fleiri brúkarum, og hetta styrkir sostatt grundarlagið handan pallin.

 

- Hetta kann við tíðini verða við til at víðka um úrvalið av rásum og tænastum hjá Televarpinum, og samstundis gevur hetta okkum eisini fleiri møguleikar til at arbeiða víðari við menningini av appini, sum Televarpið kom út við í desember 2016, sigur Edvard í Skorini Joensen.

« Aftur
Kampanja

Fleiri tíðindi