Tíðindir
3. mars 2017

Føroya Tele styrkir samstarvið við Huawei


Føroya Tele og Huawei hava í vikuni undirskrivað eina nýggja avtalu um eitt víðkað strategiskt samstarv, sum merkir, at kinverski tøknirisin í enn størri mun verður ein týðandi viðleikari hjá Føroya Tele í framtíðini.


Í 2015 undirskrivaðu Føroya Tele og Huawei eina strategiska samstarvsavtalu, sum fevndi um at útskifta og útbyggja alt farnetið hjá Føroya Tele. Arbeiðið fór alt fyri eitt í gongd, og í dag er 4G LTE netið hjá Føroya Tele í avgjørdum heimsklassa og telist millum tey fremstu í heiminum.

 

Nú arbeiðið við at útskifta og útbyggja alt farnetið er liðugt, ræður um at hyggja inn í framtíðina, og í vikuni hevur Føroya Tele tikið eitt stórt fet í ætlanini um áhaldandi at framtíðartryggja Føroyar, tá talan er um fjarskiftistøkni.

 

Ein nýggj og víðkað samstarvsavtala er undirskrivað við Huawei, so at Føroyar altíð eru við í fremstu røð, tá tann nýggjasta, mest framkomna og besta fjarskiftistøknin kemur á marknaðin.

 

- Hetta er sera týdningarmikið fyri okkum føroyingar. Vit hava arbeitt serstakliga væl saman við Huawei um at byggja eitt heimsklassanet, men nú fara vit eitt stig víðari og fegnast tí um, at vit kunnu gera hesa avtaluna, sigur Jan Ziskasen, samtaksstjóri.  

 

Nýggja samstarvið ger, at Føroyar í nógv ár fram verða í fremstu røð innan fjarskiftisøkið, og at vit longu í ár koma at merkja ágóðan av hesum samstarvinum, tá ið lunnar verða lagdir undir eitt framtíðar 5G farnet við at íverkseta 4.5G.

Avtalan tekur tó ikki einans støði í áhaldandi menningini av farnetinum, men ger Huawei til ein fjøltáttaðan samstarvsfelaga og viðleikara hjá Føroya Tele í framtíðini.

 

Lan Yang, stjóri í Huawei fyri Danmark, Føroyar og Grønland, fegnast um avtaluna.

- Tað er ein framíhjárættur at sleppa at fylgja Føroya Tele inn í framtíðina við at menna Føroyar sum eitt tøkniliga stint samfelag. Føroya Tele er ein týdningarmikil samstarvsfelagi, og tí er tað umráðandi hjá okkum, at vit allatíð kunnu veita Føroya Tele ta bestu og mest framkomnu tøknina, samstundis sum vit til eina og hvørja tíð eru til reiðar at veita Føroya Tele eina góða tænastu, sigur Lan Yang.

 

Í næstum kunnu føroyingar vænta at hoyra meira um 4.5G, 5G og Internet of Things, nú Føroya Tele og Huawei fara undir at vísa fram ta nýggjastu tøknina á fjarskiftisøkinum.

 

Á myndini: Johan Dahl, umboð fyri Huawei í Føroyum, Ómar Svavarsson, nevndarformaður í Føroya Tele, David Tang, evropeiskur stjóri í Huawei, Hugo Gaoyu, tøknistjóri fyri Huawei í Danmark, Føroyum og Grønlandi, Henning Knudsen, viðskiftaráðgevi í Huawei, Jan Ziskasen, samtaksstjóri í Føroya Tele og Lan Yang, stjóri í Huawei í Danmark, Føroyum og Grønlandi.

« Aftur
Kampanja

Fleiri tíðindi