Tíðindir
10. januar 2017

Húsavørður til Byggideildina á FT Net


FT Net sóknast eftir einum dugnaligum og ágrýtnum húsavørði til Byggideildina.


Byggideildin rekur og viðlíkaheldur allar bygningar hjá Føroya Tele samtakinum. Bygningarnir, sum eru um 150 í tali, eru skrivstovu- og goymslubygningar, tøknihús og telebúðir. Á Byggideildini starvast frammanundan 9 starvsfólk.

 

Ábyrgdarøkið hjá Byggideildini er fjøltáttað og fevnir m.a. um:

- Rakstur og viðlíkahald av bygningum og uttanduraøkjum hjá Føroya Tele

- Brandtrygdarskipanir

- El-installatiónir

- No-break og short-break

- HVS og køling

- Montering av tekniskari útgerð

- Reingerð og kantinudrift

 

Vit kunnu bjóða eitt spennandi og gott arbeiðspláss við dugnaligum starvsfeløgum og góðum arbeiðsumstøðum.

 

Starvsinnihald

Starvið fevnir um ymiskar og fjølbroyttar uppgávur bæði innan- og uttandura. Uttandura er vanligt viðlíkahaldsarbeiði umframt at tryggja, at umhvørvið kring bygningarnar hjá Føroya Tele er væl røkt og snotiligt.

 

Inni eru uppgávurnar m.a. viðlíkahaldsarbeiði av bygningum og innbúgv.

Uppgávurnar eru millum annað:

- Sláa gras kring bygningar

- Viðlíkahald innan og uttan

- Burturbeinan av ruski

- Praktisk viðurskifti í sambandi við tiltøk hjá Føroya Tele

 

Vit vænta, at tú hevur:

- Góð handalig evnir (handverkaraútbúgving er ein fyrimunur, men ikki eitt krav)

- Gott eyga fyri smálutum og er forvirkin at loysa uppgávur

- Góðan førleika at arbeiða sjálvstøðugt

- Góð samstarvsevnir

- Ágrýtni, ídni og ert røkin

- Koyrikort

 

Teldukunnleiki er ein fyrimunur.

 

Starvs- og lønarviðurskifti

Starvsøkið er um alt landið tó við uppmøtingarstað í Klingruni í Hoyvík.

Løn sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsmannafelagið galdandi fyri Føroya Tele.

 

Umsókn og freist

Umsóknir við CV og viðkomandi skjølum skulu vera Starvsfólkadeildini á Føroya Tele í hendi í seinasta lagi mikudagin 1. februar 2017 kl. 12.00 og skulu sendast til umsokn@ft.fo ella

 

Føroya Tele

Starvsfólkadeildin

Postrúm 27

110 Tórshavn

 

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Brian Rasmussen, leiðara á Byggideildini, á tel. 24 36 51. Eisini ber til at venda sær til Starvsfólkadeildina á tel. 30 30 30.

« Aftur
Kampanja

Fleiri tíðindi