Tíðindir
4. januar 2017

Hin seinasta telefonbókin


Í ár eru 110 ár liðin, síðani fyrsta telefonbókin kom út, men hetta verður samstundis seinastu ferð, at telefonbókin verður prentað.


1. juni í ár verður telefonbókin, sum Føroya Tele hevur prentað í samfull 110 ár, eftir ætlan borin út. Hetta verður samstundis hin seinasta telefonbókin.

- Vit á Føroya Tele fara at sakna hana, og tað fara uttan iva fleiri onnur eisini, men tíðirnar broytast, og tí ræður um at fylgja rákinum, sigur John Syderbø, marknaðar- og produktstjóri á Føroya Tele.

 

Føroya Tele fer framhaldandi at útvega upplýsingar um telefonnummur í Føroyum, men framyvir verður tað gjørt um aðrar miðlar.

- Nýggjar tíðir merkja, at vit fara at leggja dent á nýggjar miðlar, sum framyvir fara at nøkta tørvin hjá kundum okkara, sigur marknaðar- og produktstjórin og vísir til nummar.fo, sum Føroya Tele hevur ætlanir um at menna og betra.

 

- Í dag skifta fólk ikki eins nógv telefonnummur, sum tey gjørdu fyri bert fáum árum síðani. Í dag taka fólk telefonnummarið við sær, sama hvønn televeitara tey hava, og tískil eru ikki stórvegis broytingar ár undan ári, staðfestir John Syderbø og leggur dent á, at livitíðin hjá hini seinastu telefonbókini væntandi verður nógv longri enn tær undanfarnu.

 

Hin seinasta telefonbókin verður prentað til høvið, tí meira verður gjørt burturúr enn áður. Hetta fatar millum annað um nakrar serstakar síður, har ið ymsir føroyingar fara at hugleiða um telefonbókina og týdningin av henni.

- Vónandi taka fólk væl ímóti henni og koma at hava hana liggjandi frammi í mong ár – ja, kanska í 100 ár.

 

Fyrsta telefonbókin varð prentað í 1907. Hon var 50 síður og innihelt 29 telefonnummur, prísir og reglur fyri at kunna brúka telefonina. 

« Aftur
Kampanja

Fleiri tíðindi