Tíðindir
3. januar 2017

Starvsfólk til FT Net í Suðuroy


​​Søkt verður eftir teknikara til FT Net í Suðuroy at byrja 1. mars 2017 ella eftir nærri avtalu.


FT Net umsitur rakstur og menning av nærum øllum útbúnaði á fjarskiftisøkinum í Suðuroynni.

Spennandi uppgávurnar hjá deildini umfata m.a. rakstur og menning av tøkni og anleggum innan hesi øki:

 

- Breiðband (ADSL, VDSL og fipur)

- Fartelefon (GSM, 3G og LTE)

- Fastnettelefon (PSTN, ISDN og VoIP)

- Kaðalnet (Kopar og Fibur)

- Televarp (DVB-T)

- Kringvarp (FM og MB)

- Útvarp (FM og MB)

- Mastrar og antennur​

 

Starvsinnihald
Tú verður partur av okkara vælvirkandi toymi, ið hevur ábyrgd av at røkja uppgávurnar á deildini, og fært ein gerandisdag í einum spennandi umhvørvi, har avbjóðandi uppgávur eru, bæði sjálvstøðugt og saman við dugnaligum starvsfeløgum. Góðir møguleikar eru fyri at menna teg persónliga og fakliga.

 

Førleikar og royndir hjá umsøkjarum
Dentur verður lagdur á at viðkomandi megnar at arbeiða sjálvstøðugt og í tøttum samanstarvi við onnur.

Umsøkjarin skal hava útbúgving sum elektrikari, radioteknikari/mekanikari, elektronikteknikari/mekanikari ella aðra viðkomandi útbúgving.

Umsøkjarin skal vera væl fyri til arbeiði á fjøllum og í mastrum.

Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsmannafelagið fyri Føroya Tele.

 

Umsókn
Umsókn við avrit av prógvum, ummælum og C.V. skulu vera Føroya Tele í hendi í seinasta lagi mikudagin 18. januar 2017 kl. 12.00.

Umsóknin kann sendast við telduposti til:

 

Starvsfólkadeildina á umsokn@ft.fo  

 

ella til:

 

Føroya Tele

Att: Starvsfólkadeildin

Postsmoga 27

110 Tórshavn

 

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Bjarna Johansen, bólkaleiðara, á telefon 243624 ella á bjjo@ft.fo

« Aftur
Kampanja

Fleiri tíðindi