Tíðindir
16. desember 2016

Eva Skeel Nolsø nýggjur starvsfólkastjóri


Føroya Tele hevur sett 32 ára gomlu Evu Skeel Nolsø sum nýggjan starvsfólkastjóra, eftir at Beinta Wilhelm Fossabrúgv herfyri valdi at taka av nýggjum avbjóðingum sum HR-ráðgevi í egnari fyritøku.


Eva Skeel Nolsø er útbúgvin Cand.merc.(psyk.) frá CBS í Keypmannahavn og hevur starvast á Føroya Tele síðani 1. mars 2016. Umframt hægri lestur hevur Eva eina bankaútbúgving frá Eik og arbeiðsroyndir frá millum annað Jyske Bank og Eik.

Sum starvsfólkastjóri verður Eva partur av leiðslubólkinum við ábyrgd av starvsfólkaøkinum.

Vit ynskja Evu hjartaliga til lukku við nýggja starvinum og takka Beintu fyri tíðina og ynskja henni alt tað besta við nýggju avbjóðingini.

« Aftur
Kampanja

Fleiri tíðindi