Tíðindir
9. desember 2016

Windows 10 - Einki samband


Nógvir kundar hava í løtuni trupulleikar við Windows 10, har teir ikki fáa samband við internetið. Hetta vísir seg at verða ein trupulleiki við eini dagføring hjá Windows frá 05.12.16. Trupulleikin kann í flestu førum loysast við at fylgja vegleiðingin niðanfyri:

 

1.       Trýst á Start ( flaggið niðast í vinstra hornið)

2.       Skriva cmd og trýst á OK

3.       Í tí svarta rútinum, skriva ipconfig /renew og trýst á Enter

4.       Lat tann svarta rútin aftur og royn internetið aftur

« Aftur
Kampanja

Fleiri tíðindi