Tíðindir
29. november 2016

Tvær Telebúðir lata aftur


5. desember letur Føroya Tele aftur í Skopun og Miðvági, men letur samstundis eina avgreiðslu upp á flogvøllinum.


Føroya Tele hevur tikið avgerð um at lata Telebúðirnar í Skopun og Miðvági aftur, soleiðis at Føroya Tele framyvir kemur at hava fýra Telebúðir – í Tórshavn, Klaksvík, Saltangará og á Tvøroyri. Tey fýra starvsfólkini í afturlatnu Telebúðunum hava fingið bjóðað starv á deildum hjá Føroya Tele í Tórshavn.


Broytingin er liður í at umskipa kundaøkið hjá Føroya Tele í størri og smidligar eindir, sum betri kunnu stuðla undir at veita kundunum hjá Føroya Tele eina dygdargóða tænastu og kappingarførar prísir.      


Føroya Tele á flogvøllinum

Samstundis, sum tvær Telebúðir lata aftur, letur Føroya Tele eina avgreiðslu upp á flogvøllinum í samstarvi við Visit Vágar. Samstarvið merkir, at Visit Vágar fer at veita tænastur fyri Føroya Tele, soleiðis at kundar kunnu avgreiða síni viðurskifti á flogvøllinum.


“Vit útflyta nakrar tænastur til Visit Vágar, og tað eru vit sera fegin um. Nógv fólk ferðast um flogvøllin, og tað er týdningarmikið fyri okkum, at vit kunnu møta kundanum júst har, sum hann hevur tørv á okkum”, sigur Hans Jákup Langgaard, kundastjóri.


Á flogvøllinum verður dentur lagdur á at veita eitt høgt tænastustøði, har kundar kunna skifta SIM-kort, broyta fartelefonhald, keypa fartelefonir og annars fáa hjálp til uppseting av fartelefonum og breiðbandi.

Eins og við avgreiðsluni á flogvøllinum, arbeiðir Føroya Tele við eini smidligari loysn at varðveita tænastur á Sandoynni.

« Aftur
Kampanja

Fleiri tíðindi