Tíðindir
18. november 2016

Føroya Tele: 1906 - 2016


Í november eru 110 ár liðin, síðani Føroya Tele á fyrsta sinni fór at bjóða Føroya fólki fjarskiftistænastur. Her er søgan úr enda í annan:


1860: Fox-Ekspeditionen í Føroyum

Hetta árið er rannsóknarferð á skránni í Føroyum. Sonevnda Fox-Ekspeditionen er í Føroyum og kannar møguleikan at leggja ein telegrafkaðal frá Hetlandi til Føroya og víðari til Íslands og Grønlands. Hugskotið var, at kaðalin skuldi koma upp í Havn og síðan fara niður í havið aftur við Haldarsvík. Svarta linjan á kortinum vísir rutuna.

 

 

1876: Alexander Graham Bell uppfinnir telefonina

Tann 10. mars 1876 varð fyrsta telefonsamrøða gjørd í Boston, USA, millum uppfinnaran av telefonini, Alexander Graham Bell, og hjálparfólk hansara, Thomas A. Watson. Alexander segði við Thomas, sum lurtaði í einum øðrum rúmi, "Mr. Watson, come here, I want to see you."

 

1905: Fyrsta telefonlinjan verður sett upp millum Vestmanna og Tórshavn 

Í 1905 fekk Ólavur á Heygum, bóndi, politikari og vinnulívsmaður úr Vestmanna rætt til at seta telefonsamband á stovn millum Vestmanna og Havn. Hetta linjusambandið, sum varð tikið í nýtslu tann 6. desember 1905, varð lagt inn á Heygum í Vestmanna og í Geil í Havn.

 

 

1906: Telegrafsamband við útheimin

Hetta árið kom fyrsti samskiftiskaðalin á land í Føroyum. Tað var ein telegrafkaðal, sum felagið “Det Store Nordiske Telegraf-Selskab” legði millum Hetland og Føroyar og víðari millum Føroyar og Ísland. Kaðalskipið “CS Cambria” legði tann 25. juli 1906 kaðalin til Sandagerð í Tórshavn og legði síðani kaðalin víðari til Seyðisfjørð í Íslandi. Hetta var tá eisini fyrsta samskiftissamband, sum Ísland fekk við umheimin. Telegrafsambandið varð tikið alment í nýtslu tann 1. august 1906.

 

 

1906: Færøernes Amtskommunes Telefonvæsen sett á stovn 

Tann 19. november 1906 fekk “Færøernes Amtskommunes Telefonvæsen” koncessión frá Føroya Løgtingi at veita telefontænastu. Seinni varð navnið broytt til “Telefonverk Føroya Løgtings”. Føroya Løgting yvirtók linjusambandið millum Vestmanna og Tórshavn og legði alla telefonútbygging undir nýstovnaða almenna stovnin. Fyrsta telefonstøðin helt til í sethúsunum hjá Anton Degn við Tinghúsvegin.

 

 

1912: Nýtt telefonhús

1. apríl 1912 fór Anton Degn frá sum telefonverksstjóri og henda sama dag varð í hansara stað settur Hans Olaus Jacobsen. Í juli 1912 sama flytir telefonverkið úr húsunum hjá Anton Degn, har hildið varð til av fyrstan tíð, og inn í nýtt telefonhús - skamt frá húsunum hjá Anton Degn á Tinghúsvegi. Men áðrenn flytast kundi, máttu allar telefonlinjurnar í Havnini leggjast annan veg og síðan savnast saman í "torninum", ið varð reist uttan fyri nýggju telefonhúsini av 4 steyrum, ið hvør var 15 metrar til longdar. 

 

 

1930: Allar bygdir í Føroyum knýttar saman

Allar bygdir í Føroyum verða knýttar saman við telefonnetið. Tó er bygdirnar í Suðuroynni ikki knýttar at restini av landinum. Bert radiotelegraf samband var millum Tvøroyri og Tórshavn.

 

1953: Sjálvval

Tórshavn fekk sum fyrsta pláss í landinum støð til sjálvval, tá nýggja automatstøðin varð tikin í nýtslu tann 1. mai 1953. Nú bar til at ringja til ein annan telefonfelaga beinleiðis við at snara eitt telefonnummar og uttan at fáa hjálp til umstilling. Hetta bar tó bert til millum teir felagar, sum vóru knýttir í automatstøðina í Havn. Gamli mátin at biðja um umstilling frá støðini mátti enn brúkast av flestu felagum í landinum, og um ringjast skuldi til útlandið. Við sjálvvalinum bleiv tann broyting eisini gjørd, at telefonnummur fingu eitt siffur afturat, og høvdu nú fýra siffur .

 

 

1954: Telefonsamband við útheimin

Í 1954 kom fyrsta telefonsambandið við umheimin. Sambandið varð uppsett millum Føroyar og Danmark av sokallaðu Ríkistelefon-tænastuni, sum var partur av danska “Post- og Telegrafvæsenet”. Hetta var eitt radiosamband yvir stuttbylgju, har tað bar til at hava tvær samrøður samstundis millum telegrafstøðina og støðina hjá Lyngby Radio. Í 1955 varð tænastan víðkað, so til bar at hava fýra samrøður samstundis.

 

1961: SCOTICE telefonkaðalin

SCOTICE telefonkaðalin varð lagdur millum Skotland, Føroyar og Ísland. Við nýggja sambandinum bar til at hava átta samrøður samstundis úr Føroyum til Íslands og átta samrøður til Skotlands og víðari út í heim. Samrøður vórðu bílagdar gjøgnum Ríkistelefonina. SCOTICE, ið varð lagdur av kaðalskipinum "CS John W. McKay" gav eisini betri møguleika at brúka fjarskrivara (Telex).

 

 

1971: SHEFA telefonkaðalin

SHEFA telefonkaðalin varð lagdur millum Hetland og Føroyar. Við nýggja sambandinum bar til at hava 480 samtalur samstundis til Skotlands og víðari út í heim.

 

 

1975: Sjálvval av samrøðum til útheimin

Tann 12. november 1975 varð gjørligt hjá felagum í Føroyum at ringja beinleiðis til flestu londini í Evropa. Áðrenn var neyðugt at bíleggja allar uttanlandssamrøður gjøgnum Ríkistelefonina.

 

 

1978: Allir felagar hava fingið sjálvval

Upp gjøgnum 70ini bleiv nógv arbeiði lagt í at byggja støðir til útgerð til automattelefonina. Allir felagar í landinum høvdu fingið sjálvval, tá støðin á Velbastað tann 28. september 1978, sum tann seinasta, fekk útgerð til automattelefon.

 

 

1981: Føroya Tele 75 ár

19. november fyri 75 árum síðan, var dagurin, tá ið telefonverkið byrjaði at avgreiða telefonsamtalur. Stór veitsla varð hildin fyri øllum starvsfólkunum, og teirra millum var stjórin síðani 1968, Sólbjørn Jacobsen.

 

 

1984: Talgilding av telefonnetinum

Stórur partur av sentralútgerðini varð útskift í árunum 1984-1990 - frá relebaserað tøkni til talgilda tøkni.

 

1987: Fylgisveinajørðstøð

Á heysti 1987 varð ein fylgisveinajørðstøð tikin í nýtslu á Húsareyni. At byrja við kundu 120 samtalur gerast samstundis yvir skipanina, men hetta bleiv seinni útbygt til størri tal av samtalum umframt datasamskifti. 

 

 

1989: NMT-450 fartelefontænasta

Farið varð undir at bjóða fartelefontænastur. NMT var fyrsta generatións analog fartelefon tøkni (1G) og nýtti sendifrekvensir á 450 MHz fyri at røkka langt og hava góðan dekning, t.d. á sjóøkinum. Fartelefonirnar til NMT-450 vóru tó ikki so mobilar og egnaðu seg best til at verða fastmonteraðar í t.d. bil, bát ella skip.

 

 

1992: NMT-900 fartelefontænasta

Nýggj tøkni til fartelefon varð tikin í nýtslu. Enn var talan um 1G fartelefontøkni, men NMT-900, sum brúkti 900 MHz frekvensir, vóru fartelefonir, sum vóru minni, og sum fólk kundu hava við sær í lummanum ella í handtaskuni.

 

 

1994: CANTAT-3 samskiftiskaðalin

CANTAT-3 sjókaðalin varð lagdur millum Canada, Ísland, Føroyar, Danmark, Týskland og Bretland. 

 

 

1996: Samband til internetið

Farið varð undir at bjóða uppringt samband til internetið og “World Wide Web”. Higartil var tað bert Fróðskaparsetrið, sum í eina tíð hevur havt tilknýtið til internetið, men nú varð samband til internetið boðið út sum tænasta til almenningin. Vanliga ferðin, sum brúkarin tá hevði til internetið yvir uppringt modem, var 9 kbit/s. 

 

1997: Nýggj fjarskiftislóg

Nýggj fjarskiftislóggáva, ið tekur av einkarrættin hjá Telefonverkinum at reka fjarskifti, kom í gildi og lat upp fyri møguleikanum hjá øðrum feløgum at kappast á fjarskiftisøkinum.

 

1997: Yvirtøka av uttanlandssamskiftinum

Uttanlandssamskiftið, sum áðrenn hevði verið virkisøkið hjá Tele Danmark, verður yvirtikið, og nú kann Telefonverkið virkað sum sjálvstøðugur altjóða veitari.

 

1998: Føroya Tele stovnað sum partafelag

Telefonverk Føroya Løgtings verður umskipað frá almennum stovni til alment partafelag, ið fær navnið “Føroya Tele”.

 

1998: GSM fartelefon

Farið verður undir at bjóða GSM fartelefon tænastur. GSM er digital 2G tøkni, har fólk eisini kunnu senda tekstboð - SMS.

 

 

1998: Talgilding av telefonnetinum gjørd liðug

Seinasta sentralútgerðin varð útskift til talgilda tøkni. Samstundis vórðu telefonnummur longd við einum siffri til nú at verða seks siffur.

 

1999: ISDN

ISDN telefontænastan, sum nú varð boðin út, er digital og gevur møguleika fyri at hava tvær samrøður í senn heima ella eitt samband til internetið upp á 64 kbit/s.

 

2001: ADSL breiðband

Føroya Tele fer undir at bjóða ADSL breiðband, ið gevur hægri ferð til internetið - upp til 2 Mbit/s í niðurtøku. Og harvið ljóðaði farskotið til breiðbandsútbyggingina. Nøkur ár seinni - í 2007 - sóu vit Finnur Koba í høvuðsleiklutinum sum tann føroyski James Bond í sjónvarpslýsing fyri breiðband frá Føroya Tele. Trýst á myndina fyri at síggja lýsingina.

 

 

2002: Televarpið sett á stovn

Á sumri 2002 varð Televarpið stovnað sum dótturfelag hjá Føroya Tele. Endamálið varð at bjóða talgilt sjónvarp til føroyingar. Í byrjanini vórðu nýggju digitalu DVB-T sendistøðirnar settar upp tey støð, har sendistøðir hjá Rás Tórshavn høvdu staðið. Í desember fór Televarpið undir at senda sjónvarp út í føroysku húsarhaldini.

 

 

2004: FARICE-1

FARICE-1 sjókaðalin varð lagdur millum Dunnet Bay í Skotlandi, Funningsfjørð í Føroyum og Seyðisfjørð í Íslandi. Føroya Tele eigur 20% av kaðalinum, meðan Íslendska telefelagið Síminn, íslendski staturin og onnur telefeløg eiga restina.

 

 

2004: Frá betongi til glas

10. september 2004 læt Føroya Tele dyrnar upp í nýggja 6.600 fermetra stóra høvuðssætinum í Klingruni í Hoyvík.

 

2005: Føroya Tele skipað sum samtak

Virksemið hjá Føroya Tele varð skilt sundur í móðurfelag og dótturfeløgini FT Net og FT Samskifti. Endamálið er at tryggja fult gjøgnumskygni millum kervispartin og tænastupartin, soleiðis at allir veitarar fáa javnbjóðis atgongd til kervið undir somu treytum.

 

2006: Føroya Tele 100 ár

Føroya Tele fyllir 100 ár.

 

2007: SHEFA-2

SHEFA-2 kaðalin verður lagdur millum Banff í Skotlandi og Hvítanes í Føroyum. Kaðalin kemur eisini á land í Manse Bay og Ayre of Cara í Orkneyoyggjunum og Sandwick og Maywick í Hetlandi. Í sambandi við SHEFA-2 kaðalin varð avtala gjørd við oljufelagið BP um at veita samband til olju- og gas-feltini Claire og Schiehallion í økinum vestan fyri Hetland. Eisini varð avtala gjørd um leigu av fiprum til Bretska telefelagið BT til at veita samband til Orkneyoyggjarnar og Hetland yvir SHEFA-2 kaðalin.

 

 

2007: Føroya Tele keypir meirlutan av Formula

Hetta árið keypti Føroya Tele meirlutan av Formula, sum sostatt verður eitt dótturfelag hjá Føroya Tele. Endamálið við keypinum var at styrkja heildarveitingina av kunningar- og samskiftistøkni til kundan. Formula er fremsti heildarveitari av kunningartøkni til fyritøkur og stovnar í Føroyum.

 

2009: 3G

3G fartelefon varð nú bjóðað. 3G tøknin hevur hægri dataferð og til ber tí at hava betri samband til internetið og senda teldupostar v.m.

 

2010: Landsdekkandi breiðband

Breiðbandsdekningurin hjá Føroya Tele í Føroyum kom hetta í 2010 upp á 100%. Útbyggingin av DSL-breiðbandi byrjaði í 2000. Farice-kaðalin, sum kom í 2004, bøtti munandi um sambandið við umheimin og setti ferð á útbyggingarnar av breiðbandinum. Síðstu støðini at fáa breiðband vóru Hestur og Mykines.

 

2012: CANTAT-3

Eigararnir av CANTAT-3 sjókaðalinum ynskja at niðurleggja sambandið. Føroya Tele yvirtók tann partin av kaðalinum, sum liggur millum Ísland, Føroyar, Danmark og Týskland. Avtala varð fingin í lag við oljufeløgini Maersk Oil og Hess um at veita samband til olju- og gasfeltini hjá hesum feløgum í danska partinum av Norðsjónum.

 

 

2014: Ver verður stovnað

Føroya Tele kollveltir telemarknaðin og letur dyrnar upp fyri Ver, hvørs endamál við er at geva føroyingum møguleika fyri dygdargóðum fartelefonhaldum, sum eru trygg og laga seg til nýtsluna hjá tí einstaka.  

 

 

2015: VDSL breiðband

Føroya Tele fer undir at bjóða VDSL breiðband, ið gevur nógv hægri ferð til internetið - heilt upp til 50 Mbit/s í niðurtøku.

 

 

2015: 4G LTE

Føroya Tele ger avtalu við Huawei um at veita eitt fartelefonnet í heimsklassa. Við hesum varð alt fartelefonnetið skift út, og 4G LTE varð bygt omaná.

 

 

2016: Føroya Tele 110 ár

Føroya Tele fyllir 110 ár.

« Aftur
Kampanja

Fleiri tíðindi