Tíðindir
14. oktober 2016

Hans Jákup Langgaard nýggjur kundastjóri


Føroya Tele hevur í dag sett Hans Jákup Langgaard sum kundastjóra fyri privat- og vinnukundaøkið.


Nú Jan Mortensen hevur tikið av nýggjum avbjóðingum, hevur leiðslan á Føroya Tele valt at leggja privatkundaøkið og vinnukundaøkið saman undir ein kundastjóra. Endamálið við samanleggingini er fáa enn betri samstarv tvørtur um bygnaðin á FT Samskifti, til fyrimuns fyri kundan. Samanlagda økið telur 60 starvsfólk, sum ráðgeva og leiðbeina privat- og vinnukundum


Hans Jákup Langgaard hevur starvast á Føroya Tele síðan 2007, og hevur verið vinnukundastjóri seinastu 8 árini. Hans Jákup er harumframt nevndarlimur í Formula og Vikmar. Umframt hesar og aðrar viðkomandi royndir, hevur Hans Jákup eina MBA leiðsluútbúgving frá Henley Business School.

« Aftur
Kampanja

Fleiri tíðindi