Tíðindir
10. september 2016

Streymslit kvetti fartelefonsambandið


Í morgun var fartelefonsambandið niðri í Hvalba eitt stutt tíðarbil.


Í sambandi við, at ólag var á streymveitingini í pørtum av Suðuroynni tíðliga í morgun, var fartelefontænastan eisini óvirkin eitt stutt tíðarbil í Hvalba.
Um ólag er á streymveitingini, kann fartelefonútgerðin koyra nakrar tímar á egnari battarískipan, men tá hendan er tømd, gerst tænastan óvirkin. 
Hetta rakti serliga kundar okkara í Hvalba í morgun.

« Aftur
Kampanja

Fleiri tíðindi