Tíðindir
31. august 2016

Ver: Nýggj hald, fleiri møguleikar


Í dag lata vit dyrnar upp fyri nýggjum fartelefonhaldum, ið eru bæði betri og bíligari fyri tann einstaka og fyri familjuna.


Eitt nýtt, betri og bíligari ver er avdúkað í dag. Nýggju haldini leggja dent á, at øll fáa eitt gott keyp, sama um tey eru einstøk ella eru fleiri, sum hava sama bústað. Føroysku húskini kunnu nú spara nógvan pening við at stovna fleiri hald og rinda ein lutfalsligan lágan prís tilsamans.
 
Umframt at øll haldini hava fría talu og frítt sms í Føroyum, kunnu føroyingar nú veruliga spenna seg út, tá tað umræður datanýtslu. Nýggju haldini hava 6GB og 16GB íroknað, og tað ger, at eftirspurningurin eftir meira data nú verður nøktaður.
 
Dømi:
Telur familjan til dømis 4 fólk, rindar hon fullan prís fyri tað fyrsta haldið og sparir harvið nógv fyri eftirfylgjandi haldini. Inniheldur fyrsta haldið 16GB, fría talu og frítt sms, kostar haldið 297 krónur um mánaðin. Eftirfylgjandi hald kosta so 117 krónur , 47 krónur og 17 krónur fyri fjórða haldið, um mánaðin.
 
Hetta gevur ein kostnað á tilsamans 478 krónur um mánaðin, og tað stendur húskinum frítt at velja millum nýggju haldini. Øll í húskinum noyðast ikki at hava sama haldið, og tað ber tískil til at taka atlit til, hvussu nógv gigabyte hvør familjulimur hevur tørv á.
 
4G LTE kemur til sín rætt
Við hesum kemur landsumfatandi 4G LTE hjá Føroya Tele nú kundanum til góðar. Útbreiðslan av 4G LTE hjá Føroya Tele heldur fram. Í verandi løtu dekkar netið 95% av fólkunum í Føroyum, og við ársenda, tá útbreiðslan veruliga tekur dik á seg, er málið, at 100% hava atgongd til 4G LTE, sama hvar tey eru stødd í Føroyum.
 
Les meira um haldini á heimasíðu okkara www.ver.fo.

« Aftur
Kampanja

Fleiri tíðindi