Tíðindir
28. juni 2016

Føroya Tele nýggjur sponsorur hjá FSF


Føroya Tele og Fótbóltssambandi Føroya hava gjørt slóðbrótandi avtalu um tøkniliga menning, samstarv og útbreiðslu av føroyskum fótbólti.


John Syderbø, marknaðar- og produktstjóri hjá Føroya Tele (t.v.) og Virgar Hvidbro, aðalskrivari í Fótbóltssambandi Føroya.

At enda snýr tað seg um at sparka bóltin í málið og vinna. Men fótbóltur er nógv meira enn bert eitt spæl. Fótbóltur er undirhald og ein uppliving, ið skal deilast á netinum, meðan blóðið er heitt, og bólturin framvegis rullar. 

Hesum skal Føroya Tele slóða fyri í framtíðini, so føroyski fótbóltsfjepparin fær eitt farnet í heimsklassa, meðan hann er til dyst. Føroya Tele er nýggjur høvuðsstuðul hjá FSF, og samstarvsavtalan inniber, at Føroya Tele fer undir eina tilgongd at økja um fjarskiftisnetið á Tórsvølli og fótbóltsvøllunum kring alt landið. 

Fyrsta stigið í avtaluni er at styrkja 4G LTE dekningin á Tórsvølli. Stór frambrot henda í føroyska samfelagnum í løtuni, og Føroya Tele er í gongd við at kollvelta føroyska fjarskiftismarknaðinum við einum farneti, sum er í avgjørdum heimsklassa. 

- Tórsvøllur er skansi okkara, tá Ronaldo og hinar fótbóltsstjørnurnar koma at vitja okkum. Føroya Tele ynskir at styrkja skansan, so 6.000 fólk verða sambundin í eitt sterkt og framkomið farnet og umboða Føroyar í felag við myndum og dagføringum á netinum, sigur John Syderbø, marknaðar- og produktstjóri á Føroya Tele.

Avtalan millum FSF og Føroya Tele inniber eisini, at Føroya Tele fer at styrkja um 4G LTE dekningin á flestu leikvøllum kring alt landið. Virgar Hvidbro, aðalskrivari í Fótbóltssambandi Føroya, fegnast serstakliga um hendan partin av avtaluni.

- Avtalan framtíðartryggjar ikki bara netsambandið á Tórsvølli, men netsambandið verður munandi styrkt á flestu fótbóltsvøllum kring landið. Hetta fer avgjørt at gagna áskoðarum og møguleikanum at senda og stroyma frá dystum, sigur Virgar Hvidbro og leggur dent á, at hetta fer at gera samlaða upplivilsið hjá øllum, sum eru um fótbóltin í Føroyum, nógv betri.

« Aftur
Kampanja

Fleiri tíðindi